Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Gundadali, og máltalvan vísir 2-2. Tað endaði við øgiligum dramatikki. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, javnaði sera eyðsýndi 07 Vestur liðformaðurin og lyklaspælarin á miðvøllinum Høgni Egilstoft Nielsen, tá ið hann við rimmar langskoti av brotsteigarmarkinum og umvegis stólpan sendi bóltin í málið, og so var 2-2.
HB royndi at spenna álopsbogan í botn, og tað sá út til at eydnast, tá ið innskifti Pætur J. Petersen setti bóltin í málið, eftir at tað við frísparki varð lagt fram úr vinstru og til handara stólpa. HB spælararnir fegnaðust saman við áskoðarunum, sum ikki vóru farnir til hús, nú tað sá út til at enda 2-2, men so kolldømdi dómarin málið fyri rangstøðu.
Lítla løtu seinni bríkslaði Eiler Rasmussen fyri síðstu ferð, og vágamenn fegnaðust um at hava vunnið eitt stig, meðan vónbrotið var øgiligt í HB leguni. Landsliðsmálverjin Teitur Matras Gestsson var so vónbrotin, at dómarin vísti honum reyða kortið fyri viðmerkingina, sum málverjin rann fram at siga dómaranum. Harvið verður landsliðsmálverjin ikki í HB málinum, tá ið HB um eina viku fer til Klaksvíkar.
-Vit stríddust og arbeiddu væl og nógv, og eg haldi, at tað var uppiborið, at vit vunnu eitt stig. Tá ið vit tora at spæla, so riggar tað fínt, og vit vístu, at vit megna væl at samanspæla, sigur 07 Vestur spælarin Dánjal Pauli Lervig, sum var eyðsýndur í verjuni hjá 07 Vestur.
Eftir fyrra hálvleik var tað einki, sum bendi á, at tað fór at verða spenningur um úrslitið. Gestirnir lógu aftarlaga á vøllinum, HB hevði bóltin størsta partin av tíðini, tað mesta gekk fyri seg á gestahálvuni, og tað eydnaðist heimaliðnum at skora tvey mál.
Tað fyrra skoraði Stefan Radosavljevic, tá ið hann eftir eitt tvey samanspæl lobbaði bóltin framvið málverjan, og tað seinna var sjálvmál, tá ið verjuspælari klokkuklárt við høvdinum setti bóltin í sítt egna mál.
So var 07 Vestur avrikið heilt øðrvísi. Vágamenn vóru avgjørdir í nærdystunum, teir fluttu seg væl, samanspælið riggaði ofta væl og ímóti ikki serliga sannførandi HB verjuspæli megnaðu teir aftur og aftur at spæla seg í góða støðu.
Tíggju minuttir eftir steðgin fingu teir av álvara um endan, tá ið Ronni Møller-Nielsen umsetti brotsspark til mál. Mads Borchers arbeiddi ógvuliga væl og nógv í fremstu røð. Hann var støðug hóttan, og tað bar við sær, at tað var strongd yvir HB uppspælinum, og so var tað í evstu løtu, at 07 Vestur liðformaðurin javnaði, og vágamenn kendu seg at hava vunnið eitt stig, meðan tey í HB eru vónbrotin, og tað er steinur oman á byrðu, at tað verður neyðugt við nýggjum málverja í Klaksvík um eina viku.
HB – 07 Vestur 2-2 (2-0)
1-0: Stefan Radosavljevic 21.
2-0: sjálvmál 39.
2-1: Ronni Møller-Iversen br 56.
2-2: Høgni Egilstoft Nielsen 91.
Dómari: Eiler Rasmussen
HB: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Hørður H. Askham, Gustav Kjeldsen, Ári Mohr Jónsson – Heðin Hansen – Daniel Johansen, Áki D. Samuelsen, Stefan Radosavljevic, Adrian Justinussen – Jákup L. Thomsen
07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Mathias Voss, Hákun Edmundsson, Sølvi Egilsson, Dánjal Pauli Lervig – Høgni Egilstoft Nielsen, Janus Svabo Samuelsen – Jasper Van Der Heyden, Ronni Møller-Iversen, Teitur Olsen – Mads Borchers