Í gjárkvøldið var skipað fyri lítlum hátíðarhaldi, tá nýggja venjingarhøllin í HB-húsinum varð tikið alment í nýtslu. Formaðurin í felagnum, Tormóður Stórá, og kropsligi venjarin, Sebastian Dam, søgdu nøkur orð.
- Tormóður greiddi stutt frá hvat lá aftanfyri ætlanina, at gera gomlu høllina, ið eisini hevur verið brúkt sum veitsluhøli, um til venjingarhøll. Síðan greiddi Sebastian frá týdninginum av fysiskari venjing, og hvussu ætlanin er at skipa fyri hesari venjing, heilt frá U15, og upp til vaksnamanndeildirnar, skrivar HB.fo.
Navnið skuldi eisini almannakunngerast, og millum mongu uppskotini, fall valið á Stimbur-Høllin. Orðið ”stimbur” merkir kropsstyrki, og tað er heilt einfalt tað sum høllin skal brúkast til, verður sagt úr HB.
Heiðurin at lata høllina alment upp, fingu teir fýra heiðurslimirnir í felagnum, Jógvan Páll Lassen, Aage Samuelsen, Heri Mohr og Poul Michelsen.
- Við høllini skulu vit hava ein hugburð í felagnum, har styrkivenjing verður ein natúrligur partur av at spæla fótbólt. Røtt og miðvís styrkivenjing er við til at betra um avrikini, samstundis sum at hon minkar um vandan fyri skaðum. Nakað sum skal koma øllum okkara spælarum frá U15 og uppeftir til góðar, skrivar hb.fo.
Besta mansliðið er ikki við í Klaksvíkskappingini í ár, sum verður um vikuskiftið, tí liðið er á venjingarlegu í Suðuroynni hetta vikuskiftið.