HB stendur sterkari og KÍ upp aftur veikari

Summi í HB ferðalagnum steðga eina løtu í Klaksvík, har tey njóta Summarfestivalin í summarveðrinum.

Tey flestu eru á veg aftur til Havnar, og lagið er avbera gott. Tað varð roknað við, at setningurin í Klaksvík í kvøld fór at verða torførur, og tað var hann. Men HB megnaði at vinna 2-0. Tað ber við sær, at oddasessurin er styrktur, og tað ber við sær, at eyka trýst er lagt á B68 og Víking, sum ikki skulu í eldin fyrr enn leygardagin.

Í Klaksvík er fótbóltslagið ikki gott. At AB vann í Streymnesi í gjárkvøldið, og at KÍ tapti í kvøld ber við sær, at veruleikin, at KÍ skal flyta niður úr Vodafonedeildini, er tættari í kvøld, enn hann hevur verið fyrr í ár.

HB legði seg á odda í 1. hálvleiki við brotssparksmáli, sum Andrew av Fløtum skoraði. Síðani bíðaðu havnarmenn eftir klaksvíkingum, sum í sínum lagi royndu og royndu. Hugburðurin var góður, og teir tiltuskaðu sær onkran møguleika, men teir megnaðu ongantíð at skora.

Tá ið KÍ trýsti mest og fram ímóti endanum hevði nógv fólk í HB brotsteiginum í sambandi við deyðbóltsttøður, skoraði HB til 2-0 eftir hornasparksinnlegg.

 

Frásøgnin fyrr í kvøld:

 

15.

0-0

KÍ hevur havt tvær góðar royndir - innlegg frá Hjalgrími Elttør, sum Páll Klettskarð ikki rakk, og tá ið Kristoffur Jakobsen royndi seg við skoti úr brotsteiginum.

Fyri HB hevur Andrew av Fløtum havt góða roynd, sum fór omanfyri málið.

 

18.

Brotsspark til HB eftir at Fróði Benjaminsen varð feldur. Klaksvíkingar vóru alt annað enn samdir!

 

19.

0-1: Andrew av Fløtum setur bóltin í málið úr ellivu metrum.

 

35.

Framvegis 0-1.

HB tykist hava betri tak á fótbóltsspælinum, men KÍ er sera ágangandi. Spentar støður hava verið í báðum endum. Eitt nú varð Heðin á Lakjuni einsamallur, men Marcin Dawid bjargaði.

 

45.

Hálvleikur

0-1

 

Spælið hevur ikki verið serliga væl skipað, men tað hevur verið intenst, og tað er stórur spenningur.

Merkisvert er tað, at hvørki Todi Jónsson ella Atli Danielsen eru á KÍ liðnum í kvøld. Teir vóru annars tveir teirra, sum størst vónir vórðu settar til í royndini at skava stigini saman, sum skulu til fyri at lyfta KÍ upp um niðurflytingarstrikuna. Atli er millum eykamenninir, meðan Todi á dómaraseðlinum stendur millum aðrar ábyrgdarpersónar enn spælararnar.

 

50.

HB er framvegis á odda við einum máli, og spælið er framvegis ikki serliga væl skipað.

KÍ hevur havt tvey hornaspørk.

 

70.

0-1.

Báðir partar hava skift út. Hjá KÍ er Atli Danielsen komin á vøllin. HB hevur gjørt tvær verjukendar útskiftingar. Verjukendi miðvallarin, Kári Nielsen, er skiftur inn, og so er 17 ára gamli og sera raski Jógvan Rói Davidsen komin inn.

 

75.

0-1.

KÍ roynir at leggja trýst á. Onkra ferðina hevur tað verið næstan møguleiki. HB verjir og lúrir eftir møguleika fyri snarálopi.

 

87.

0-2.

Eftir horna og út frá skorar innskifti Hanus Thorleifsson. Klaksvíkingar eru í øðini, tí teir vilja halda, at hann brúkti hondina. Dómarin heldur fast við sítt, og harvið tykist tað vera greitt, at øll stigini fara úr Klaksvík og til Havnar. Høgni Madsen fekk gult kort fyri at mótmæla.

 

90.

Dómarin legði 3 minuttir aftrat.

 

90+3

Liðugt.

0-2

 

KÍ-HB 0-2 (0-1)

0-1: Andrew av Fløtum br 19.

0-2: Hanus Thorleifsson 87.

Dómari: Petur Reinert

KÍ: Jákup Mikkelsen - Jógvan Isaksen, Jan Andreasen, Sørmund Kalsø, Rudolf Eliasen - Heðin á Lakjuni (Atli Danielsen, 63.), John Hammer, Kristoffur Jakobsen (Stefan Kalsø, 73.), Høgni Madsen (Niels Pauli Danielsen, 89.) Hjalgrím Elttør - Páll Klettskarð

Gult kort: Høgni Madsen

HB: Marcin David - Pætur Jørgensen, Hans á Lag, Rasmus Nolsøe, Poul Thomas Dam - Milan Kuljic, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen - Bjarni Jørgensen (Jógvan Rói Davidsen, 68.), Andrew av Fløtum (Hanus Thorleifsson, 80.), Páll. M. Joensen (Kári Nielsen, 59.)

Gult kort: Rógvi Poulsen, Rasmus Nolsøe