HB skal hava nýggjan venjara, eftir at Jens Berthel Askou er farin til AC Horsens í Superliguni. Tað er tó ongin vandi fyri, at HB verður uttan venjara komandi kappingarár sigur varaformaðurin í felagnum.
Samrøða við Jens Berthel Askou í Sosialinum, sum kemur á gøturnar í dag
- Tað er stórur áhugi at verða venjari í HB. Tað kunnu vit róliga staðfesta. Tað eru fleiri umboðsmenn, sum vísa sínar venjarar fram. Vit hava sett yvirleggjaran høgt við Heimir Guðjónsson og Jens Berthel Askou, og vit skulu leggja afturat tí arbeiðinum, sum teir hava gjørt. Vit arbeiða í løtuni uttanlands, sigur varaformaðurin, Thomas Juul S. Thomsen.
Tað kom óvart á í leiðsluni hjá HB, tá Jens Berthel Askou brádliga sunnukvøldið boðaði frá, at hann vildi sleppa úr sáttmálanum.
- Vit fóru í gongd umgangandi og tað eru fleiri áhugaverd boð, sum vit nú hyggja uppá. Vit arbeiða so skjótt sum vit kunnu, og vóna at hava eina loysn um nakrar dagar, men vit taka tað tíð tað tekur at koma til tað, sum vit halda er ein røtt loysn fyri HB, sigur Thomas Juul S. Thomsen
Sebastian tekur venjingarnar
Fyribils verður tað Sebastian Dam, kropsligi venjarin hjá HB, sum tekur fyrstu venjingarnar. Kevin Schindler, týski hjálparvenjarin hjá HB, er tá veg til landið, men skal sita í sóttarhaldi, áðrenn hann kann byrja at taka venjingarnar. Teir fara ikki við til AC Horsens.
- Teir eru partar av venjaratoyminum og teir verða verandi. Sebastian Dam kemur at hava fyrstu venjingarnar. Kevin Schindler er á veg til landið, og kemur innyvir, tá hann hevur verið í sóttarhaldi, sigur varaformaðurin.
Les samrøðu við Jens Berthel Askou í Sosialinum, sum kemur á gøturnar í dag.