Greipuvinnararnir í HB eru í góða várveðrinum á veg úr Hólmanum á Eiði og suður aftur í høvuðsstaðnum við 3-0 sigri.
Longu í øðrum minutti legði HB seg á odda, og so var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin fór at verða.
HB skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki og eitt fram ímóti dystarenda. EB/Streymur hevði onga roynd ímóti málinum hjá Teiti Matras Gestsson, meðan HB í longum løtum vísti sera hugflogsríkt samanspæl, har René S. Joensen og Dan í Soylu vóru heilt eyðsýndir. EB/Streymur vann einki hornaspark, og HB vann seks hornaspørk, og HB hevði seks góðar royndir ímóti heimamálinum.
Heri Hjalt Mohr átti uppleggið, tá ið Dan í Soylu í 2. minutti setti hol á, og átta minuttir undan steðginum var tað Stefan Radosavljevic, sum umsetti brotsspark til 2-0.
Triðja málið skoraði Áki D. Samuelsen, tá ið tað restaði níggju minuttir. Tá hevði hann verið á vøllinum í bara tveir minuttir. Upplegginum stóð René S. Joensen fyri.










