HB spardi seg til sigurs

Sandoyingar megnaðu í seinna hálvleiki at hótta HB leiðsluna, men alt í alt mundi heimasigurin vera í lagi, hóast tað er sjónligt, at HB?arnir eru um at gerast moyrir av dystarsrká síni

HB-B71 1-0 (1-0)


Tað var ikki tann stóra áskoðarafjøldin, sum mikukvøldið hevði leitað sær oman í Gundadal, har HB skuldi gera seinasta landskappingardystin undan summarsteðginum av sær.

Um tað var orsakað av, at EM fótbóltur var at síggja í sjónvarpinum, ella tí talan var um eitt ikki serliga áhugavert mótstøðulið, skal ikki vera gitt um her. Hinvegin ber tó itl at staðfesta, atforskotnu dystirnir, sum HB hevur leikt seinastu vikuna, í hvussu hava merkt færri áskoðarar og harvið færri krónur í pengakassan.


Lág ferð

Tá dysturin byrjaði, var eyðsæð, at sandoyingar fyrst og fremst vóru komnir til Havnar fyri at halda fast um stigið, sum teir høvdu, tá dysturin byrjaði.

Í útgangsstøði lógu teir rættuliga aftarlaga á vøllinum, fyri so at dúva upp á kvik mótálop, um møguleiki skuldi verið fyri hesum.

HB liðið hevur havt eina sera strævna dystarskraá seinastu tvær ? tríggjar vikurnar, og møguliga var tað hetta, sum viðførdi, at teir ongantíð veruliga fingu glið á skjóta spælið, sum annars hevur sermerkt liðið higartil í ár.

Ikki tí, kropsliga eru leikararnir ivaleyst væl fyri, men mentalt er tað nakað torførari at seta seg upp til dyst tvær ferðir um vikuna, heldur enn eina ferð.

HB liðið hevði annars bóltin størsta partin av hálvleikinum, men tá teir ikki megnaðu at seta veruligt trýst á B71, og sandoyingar samstundis lógu aftarliga á vøllinum, kom ongantíð rættulig ferð á spælið.

Tað eydnaðist tó heimaliðnum at leggja seg á odda, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Miðskeiðis á sandoyarhálvuni fekk Rúni Nolsøe bóltin. Mótstøðuleikarnir bakkaðu, heldur enn at fara ímóti honum, og so royndi liðskiparin seg við skotið úr 20 metra fjarstøðu. Waldemar (var týðuliga darvaður av skaða) megnaði ikki at halda bóltinum, og so var Bárður Mortansson skjótur at fylgja upp, og sendi bóltin upp undir nettakið.

Var ferðin lág undan málinum, gjørdist hon enn lægri, tað sum eftir var av hálvleikinum. Sandoyingar fylgdu framvegis verjukenda upplegginum, meðan heimaliðið tóktist mest sinnað at varðveita leiðsluna, og tí hendi ikki tað heilt stóra. Nakrar skotroyndir vóru frá báðum pørtum, men annars var so sum so við rættuligum málmøguleikum.

Andrew av Fløtum fekk tó ein gyltan møguleika, tá Jógvan Jón var ósketin og spældu upp á tvørs í verjuni. Hevði Andrew havt ánilsi av, hvussu fríur hann var, hevði hann helst givið sær betri stundir, men hann smekkaði til, og bólturin fór nakað framvið handaru stong.


Lupu á

Beinanvegin, sum seinni hálvleikur byrjaði, tóktist greitt, at sandoyingar høvdu fingið onnur boð í hálvleikinum.

Í royndini at bjarga sær stig úr dystinum, fóru teir nú nógv longur fram á vøllin, og hetta setti beinanvegin meira lív í dystin.

Serliga tóktust Eli og Julian á miðvøllinum at vera væl fyri, og teir báðir vóru eisini við í so at siga øllum tí framrættaða spælinum, sum B71 sýndi.

Hetta gav tó eisini meira rúmd til kontraspælið hjá HB, og tað var eisini um reppið, at teir megnaðu at avgera dystin beinavegin í seinna umfarinum, men skallarin frá Jóhannis varð bjargður á sjálvari málstrikuni.

Hevði bólturin farið inn, høvdu gestirnir helst mist alla vón um stig, men ístaðin gjørdust teir nú alt meira álopssinnaðir, og innan fáar minuttir, høvdu teir havt einar tríggjar rættuligar hóttanir á HB málið, sum kortini allar endaðu úrslitaleysar.

Í hinum endanum hevði Andrew enn ein góðan møguleika, tá hann varð spældur leysur høgrumegin í brotsteiginum, men hann skuldi absolutt leggja bóltin til vinstrabeinið, og so eydnaðist tað Waldemar at koma út at blokka.

Størsta møguleikan mundi Alex Nielsen tó fáa, tá hann fekk eina langa sending. Tað eydnaðist honum at renna verjuna av og at sneiða út um Bárð, sum kom ímóti honum, men tá hann úr spískum skuldi geva bóltin seinasta sparkið, eydnaðist tað kortini Hans á Lag at tveita seg niður og verja út til hornaspark.


Undirhaldandi hóast alt

Sum heild var seinni hálvleikur nakað væl meira undirhaldandi enn fyrstu trý korterini. Einamest orsakað av, at sandoyingar tá høvdu tveitt virðingina fyri borð, tí teir nú vóru noyddir at gera mál.

Møguliga var tað tatiskt skeivt, at teir ikki nýttu hesa spæliætlan beinanvegin, men hinvegin er spurningurin eisini, um teir høvdu megna at trýst HB liðið allan dystin

Unga HB liðið, sum annars hevur staðið fyri nakað av tí mest positiva fótbóltinum higartil í kappingini, tykist í løtuni darvað av strævnu dystarskránni. Danir hava eitt hugtak, sum teir nevna »økonomi fótbólt«, sum helst best kann umsetast til orkusparandi fótbóltur. Um tað er tilvitað ella ikki, skal ikki gitast um her, men í øllum førum tykist HB at hava spart upp á orkuna í seinastu dystunum, sum teir hava spælt. Í øllum førum tykist tað púra vist, at ferðin á spælinum skal minst eina tonn upp, um teir ætla sær at vinna steypafinaluna, sum verður næsti dystur teirra á føroyskari mold.

B71 hevur nú tvær ferðir á rað sýnt, at tá nakað av varseminum verður tveitt fyri borð, kunnu teir spæla fult upp til flestu av hinum liðunum í fyrstu deild.

Útidystir móti NSÍ og HB ljóða kanska torførir á pappírinum, men í Runavík mundu teri farið avstað við øllum trimum, og í Havn kundu teir lættliga fingið annað stigið. Í báðum førum grundað á meira framrættaðan fótbólt seinna umfarið av dystinum.

Møguliga skulu teir bert trúgva meira upp á egin evni. At tilfarið er til meira, stigatalvan í løtuni sýnir, tykist í øllum førum vera púra greitt.


HB-B71 1-0 (1-0)

1-0: Bárður Mortansson 23.


Dómari: Lassin Isaksen


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


B71:

Waldemar Nowicki ? Jógvan Jón Petersen, Ib Mohr Olsen, Bergleif Brimvík ? Høgni Hansen, Kári Nielsen, Eli Hentze, Julian Florescu, Jákup Lamhague ? Alex Nielsen, Michael Sørensen