Tað er í kvøld at HB spælir fyrra undankappingardystin í næstu rundu av Champions League. HB skal í kvøld spæla í Serbia, har teir skulu møta FK Partizan úr Beograd.
FK Partizan er eitt stórfelag í Serbia. Seinasta kappingarár endaði FK Partizan á øðrum plássið í bestu serbisku deildini, men áðrenn tað vóru teir meistarar heili 6 ár á rað!
Tað er greitt, at ein broyting verður á HB liðnum í kvøld. Evropeiski toppskjúttin á HB liðnum, Levi Hanssen, er burturstaddur í lestrarørindum og verður tí ikki við á HB liðnum í kvøld. Tað er ikki greitt enn, hvør kemur inn í staðin fyri Levi Hanssen.
Les eisini: Toppskjúttin ikki við í Serbia
Dysturin millum FK Partizan og HB byrjar klokkan 19:45 føroyska tíð.