HB spælir um tvær milliónir krónur

- Vit hugsa ikki um pengarnar, men um at vinna dystin, sigur Rasmus Nolsøe

##med2##

HB spælir í dag klokkan 16.45 fyrra dystin í 2. umfari í Europa League móti Linfield FC, sum eru meistarar í Norðurírlandi. HB hevur longu nú vunnið sær góðar seks milliónir krónur fyri luttøkuna í Evropa, men tað kunnu leggjast tvær milliónir krónur afturat, um HB kemur víðari. 

- Tú fer ikki inn til ein dyst og hugsar um pengar. Vit fara fyrst og fremst inn fyri at vinna dystin og njóta tað, sigur Rasmus Nolsøe, hjálparvenjari hjá HB.

HB tapti samanlagt móti HJK Helsinki úr Finnlandi í Champions League. Til seinna dystin var HB uttan Bartal Wardum, Adrian Justinussen, Ara M. Olsen og René Shaki Joensen. Nú er líkt til, at allir kunnu koma á vøllin í dag.

- Eg haldi at liðið er væl fyri. Allir mans eru tøkir og vit gleða okkum til dystin. Teir, sum sótu uttanfyri seinast, eru tøkir. René Shaki Joensen er við at verða klárur og hann er á bonkinum. Tað er ein møguleiki, at hann kemur í spæl eisini, sigur Rasmus Nolsøe.

 ##med3##

Linfield hevur spælt móti føroyskari mótstøðu fýra ferðir síðani 2012. Men hvørki B36, í tveimum royndum ella ÍF og NSÍ hava megnað at knúgva norðurírunum.

- Vit vita, at teir eru norðurírskir meistarar, og spæla við nógvum longum sendingum til ein sterkan mann í álopinum. Síðani flyta teir liðið fram. Teir hava eisini nakrar skjótar vengur og bólttryggar spælarar í verjuni og á miðjuni. Eg vænti, at tað verður ein góður og javur dystur, sum verður intensur, sigur Rasmus Nolsøe víðari.

Hetta er fyrri dysturin av tveimum og tí verður einki avgjørt í dag. Spælt verður tí fyri at fáa eitt gott útgangsstøði til returdystin á Windsor Park í Belfast.

Les eisini: HB í viðgongd undan Linfield

- Vit hava sjálvandi hugt at styrkinum hjá teimum, men vit hugsa mest um okkara spæl og at fáa tað at rigga. Vit fara sjálvandi til hendan dystin, fyri at fáa eitt so gott útgangsstøði sum gjørligt til komandi dyst. At hildið teimum frá málinum hevði verið ordiliga gott, men tað hevði tað eisini verið eins gott at vunnið dystin.

Europa League dysturin millum HB og Linfield FC verður á Ovara vølli í Gundadali í dag klokkan 16.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.

Europa League 2. umfar:

HB - Linfield (Týsdagin kl 16.45)

Beinleiðis á FM1

FM1: Samrøða við Rasmus Nolsøe