HB spælir tennis

Næsti tennis-sigurin hjá HB gjørdist til eitt egg móti einum mótfalnum B71-liði. Talan var tó um bíliga bakgrund, tá B71 mist tvey av týdningaremstu kortunum fyri steðgin

Fótbóltur

 

B71 hevur argað HB nakað soleiðis av og á. Ikki minst á Sandi, men eisini í Gundadali hava sandoyingarnir verið boysnir viðhvørt. Eitt nú í fjør, tá talan gjørdist um púra óvæntaðan 3-0 sigur.

Hetta fekk tó onga endurtøku sunnudagin. Partvíst er HB við at finna aftur á beint, og tað prógvaðu havnarmenninir við sínum næsta tennis-sigri á rað. Og partvíst er B71-hópurin somikið tunnur, at teir ikki høvdu nakran livandi møguleika at bera missin av tveimum lyklaspælarum.

Fyrsti hálvi tímin ella so gekk tó á leið, sum roknast kundi við. HB hevði bóltin meira og teir royndu støðugt at lirka B71-verjuna upp. B71 dúvaði hinvegin upp á kontra-álop, og einar tvær ferðir gjørdist talan um vandastøður, har veruligur málmøguleiki átti at staðist burturúr. Men í Hans á Lag hevði HB ein góðan skansa, sum var førur fyri at seta avgerandi tacklingina inn, tá hetta kravdist.

 

Avgerðin

Eftir hálvum tíma var avgerandi hendingin tó farin fram. Fyrst rendi B71-málverjin, Símun Rógvi Hansen saman við Eiriki Poulsen, og leingi varð málverjin liggjandi.

Hann kom tó uppaftur, men fyrsta gerðin eftir hetta var at heinta bóltin úr netinum, tá Kári Nielsen sendi returbólt í netið, eftir at Hans á Lag í fyrsta umfari hevði stútað á tvørtræið.

Tað var greitt, at smeiturin hjá málverjanum var dyggur, og mest sum heilur dunkur av kuldaspray mátti brúkast fyri steðgin. At B71 um sama mundi misti Clayton Soares við tí, sum líktist einum brotnum óstbeini, gjørdi ikki støðuna hjá sandoyingum betri, tí uttan álopsessið var tað so sum so við hóttanini frameftir. Eisini hóast Gudmund Nielsen í tveimum førum hótti HB-verjuna.

Verri var tó við málverjanum. Beint fyri steðgin punkteraði Andrew av Fløtum spenningin, tá spakuligt skot slapp at sníkja seg inn um stólpan. Undir vanligum umstøðum var talan um skot, sum málverjin skuldi tikið, men Símun Rógvi var alt annað enn til reiðar, og eftir steðgin varð hann eisini skiftur um við Símin Hansen! Ikki bara kostaði hetta sandoyingum vanliga fyrsta-málverjan. Tað merktist eisini úti á vøllinum, har ein tann stinnasti spælarin ikki longur gjørdi um seg, og í málinum er ein útispælari ikki meira enn næst besta loysnin.

Og so kundi HB veruliga dusa sær eftir steðgin. Ferðin var ikki longur tann stóra, men málini skolaðu inn. Væntandi málmansførleikin hjá Símin kom greitt til sjóndar við triðja málið, og tó at hann ikki beinleiðis skal lastast fyri hini, so vóru hesi ein blanding av ikki seliga konsentreraðum verjuspæli og einum ótryggum málverja.

 

Keðiligt fokus

Í so máta var talan um ein rættiliga bíligan stórsigur, men tað man nú ikki genera HB tað heilt stóra. Trý stig komu til høldar, og málini styrkja helst um sjálvsálitið, sum bara tykist at økjast fyri tíðina.

Hjá sandoyingum er hinvegin illa statt. Eitt er, at teir helst skuldu hava stig burtur úr dystinum. Annað er, at tosið komandi tvær vikurnar í stóran mun fer at snúgva seg um møguleikan at fáa skaddu lyklaspælararnar tøkar aftur. Tá landsliðssteðgurin er av, skal B71 takast við Skála, og tað líkist eini veruligari lyklauppgerð í botninum, har fyrsti niðurflytarin væl kann finnast.