HB spælir klokkan 18

Fyri at geva havnarfólki møguleika at síggja tveir dystir, er dysturin hja HB fluttur til klokkan 18.

Men líkamikið, hvussu leikur fer í hinum dystunum kring landið, so er sigurin til heimaliðið nærum eitt krav. Í øllum førum, um meistararnir aftur í ár ætla sær at vera við, har tað stuttligt at vera.

Lætt verður tað tó ikki móti Skála, sum veruliga hevur lyft seg seinastu umførini. Og tó at teir taptu tepurt fyri NSÍ seinasta vikuskiftið, so fara teir avgjørt eftir stigi í Gundadali.

Hjá HB mugu tey vera leikbannaða Milan Kuljic fyriuttan. Hartil er ivasamt, um Jákup á Borg fær spælt.

Hjá Skála eru allir mans tøkir.