HB spælið sæst aftur á liðnum

Á Toftum var Lukasz Cieslewivz so væl upplagdur, sum tá ið hann var upp á tað besta

Tað er stutt millum umførini, og tað krevur nógv av spælarunum og liðunum.

 

Størsti og mest spennandi og undirhaldandi dysturin higartil í ár var tann í Klaksvík í gjárkvøldið, tá ið Árni Frederiksberg við síðsta sparkinum av øllum syrgdi fyri, at KÍ javnaði til 2-2.

Málverjin helt okkum inn í dystinum í fyrra hálvleiki, segði KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen eftir dystarlok. Hann sipaði til stóru bjargingarnar, sum nýggi danski KÍ málverjin fleiri ferðir var meistari fyri, tá ið HB spældi seg til støður og møguleikar í heimabrotsteiginum.

Heri H. Mohr hevur seinastu tíðina ikki verið so drúgvur á vongverjanum hjá HB, sum hann var í fjør. Í gjárkvøldið var hann aftur í eyðkenda leiklutinum.

Í miðverjuni er endurval til Baral Wardum hjá HB og Odd Á. Højgaard hjá NSÍ, sum støðugt eru eyðsýndir og aftur vóru tað í gjárkvøldið. Oddur Á. Højgaard javnaði til 1-1 ímóti Víkingi.

Í B36 stórsigrinum í Trongisvági seinnapartin í gjár var Alex Mellemgaard aftur tryggur og skilagóður.

Í stóra slagnum á sentrala miðvøllinum í Klaksvík vóru KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen og skilagóði Heðin Hansen hjá HB sera eyðsýndir.

Árni Frederiksberg var framrættaður í høgru hjá KÍ. Hann var væl upplagdur, og hann átti avgerandi leiklut, tá ið hann við rimmar frísparki, sum heilt víst fer at vera upplagt evni at vera ársins mál, javnaði til 2-2.

Bjarki C. Nielsen flutti í vetur av Argjum og til B36. Har hevur hann higartil átt sentralan leiklut, og serliga stóran leiklut átti hann í Trongisvági seinnapartin í gjár, tá ið hann skoraði eitt mál og legði upp til tvey mál.

33 ára gamli Lukasz Cieslewicz hevur verið í Føroyum síðani 2011. Hetta er 11. kappingarárið hjá honum í Føroyum og tað fyrsta, har hann umboðar B68. Hann hevur roynst væl á Toftum, og í 3-1 heimasigrinum ímóti ÍF var hann framúr og dystaravgerandi við at leggja upp til fyrsta málið og skora 2-0 málið.

Í trimum teimum fyrstu umførunum fann Mikkel Dahl, sum í fjør var HB toppskjútti við 14 málum í 13 dystum, ikki vegin til meskarnar. Nú hevur hann í fýra umførum skorað sjey mál. 1-0 málið í Klaksvík í gjárkvøldið ger, at hann nú er einsamallur á máltindinum.

Eftir í gjárkvøldið og í morgun at hava loddað dýpið kring landið, er uppskotið hjá Miðlahúsinum til liðið eftir útsetta 4. umfar hetta:

Mathias Rosenørn, KÍ – Heri H. Mohr, HB, Bartal Wardum, HB, Oddur Á. Højgaard, NSÍ, Alex Mellemgaard, B36 – Heðin Hansen, HB, Jákup B. Andreasen, KÍ – Árni Frederiksberg, KÍ, Lukasz Cieslewicz, B68, Bjarki C. Nielsen, B36 – Mikkel  Dahl, HB.

Sunnudagin verður 8. umfar. Tá sær skráin soleiðis út: EB/Streymur – HB, NSÍ – TB, B68 – Víkingur, 07 Vestur – KÍ og B36 – ÍF.

Mánamorgunin hevur Miðlahúsið uppskot um liðið eftir umfarið sunnudagin.