HB spældi sum botnlið og tapti uppiborið

Fótbóltur: NSÍ vann mánakvøldið heldur óvæntað á ein fullkomiliga tannleysum HB-liði í Gundadali, og samanumtikið má sigast, at sigurin hjá runavíkingum var fult uppiborin

Karmarnir vóru teir røttu til ein góðan fótbóltsdyst í Gundadali mánakvøldið, tá ið føroyameistararnir úr HB fingu vitjan av NSÍ, sum herfyri skifti venjara. Veðrið var gott, áskoðarafjøldin stór, og bæði HB og NSÍ eru kend fyri at spæla undirhaldandi og álopskendan fótbólt, men soleiðis kom ikki at vera mánakvøldið.


Skjót mál

Tað var annars HB, sum legði seg á odda longu, tá ið fýra minuttir vóru leiktir. HB fekk eitt horna í høgru síðu, sum Jens Erik Rasmussen tók sær av. Bólturin kom høgt og væl innfyri, har málverjin hjá NSÍ, Ólavur Højgaard, fór upp saman við fleiri øðrum leikarum, men bólturin endaði fyri fótinum á Allani Mørkøre, og hann var skjótur at senda bóltin í meskarnar, og so var 1-0 til heimaliðið. Leikararnir hjá NSÍ vóru sera misnøgdir við hetta málið, tí teir mettu, at fríspark var gjørt móti teirra málverja, men Sjúrður Norðbúð lat ikki við seg koma.

Minuttin eftir javnaðu runavíkingarnir. Gert Langgaard hevði bóltin nakað úti í høgra borði, og hann sendi bóltin inn fyri tætt við málið, og har fóru Bárður Johannesen og Christian Høgni Jacobsen upp, og tað endaði við, at Christian Høgni fekk sett høvdið undir bóltin, so hann smeyg sær inn við handara síðunet. Onkur av leikarunum hjá HB vildi fegin hava fríspark til Bárð í hesum førinum, men var tað ikki fríspark til málverjan hjá NSÍ, tá HB fekk mál, so var tað heldur ikki fríspark til Bárð í hesum førinum.

Leikur gekk nú javnt á eina løtu, men tað sást skilliga, at verjan hjá HB hevði stórar trupulleikar av álopsparinum hjá NSÍ, Christian Høgna Jacobsen og Eddie Mikkelsen, sum blivu væl stuðlaðir av Iani Højgaard, sum var framrættaður miðvallari.

Fyrri hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, tá ið NSÍ legði seg á odda. Vánaligt verjuspæl í vinstru síðu hjá HB gav NSÍ pláss til at spæla sínamillum inni í brotsteiginum hjá heimaliðnum, og bólturin endaði hjá leirvíkinginum, Gert Langgaard, sum setti hann upp í handara málhorn, og so var 2-1 til NSÍ.


Bjargaðu tvær ferðir á strikuni

Seinna málið hjá NSÍ setti eitt sindur av ferð á HB-liðið. Minuttin eftir málið hjá NSÍ gjørdist Súni Fríði Johannesen leysur við málverjanum hjá NSÍ nakað til høgru í málteiginum, men skotroyndin hjá honum rakti beint á Ólav Højgaard. Bólturin stakk til Allan Mørkøre, men royndin hjá honum smeyg sær fram við málstrikuni hjá NSÍ.

Tá ið átta minuttir vóru eftir at leika av fyrra hálvleiki, fekk HB horna í høgra borði, og aftur hesaferð sendi Jens Erik Rasmussen ein góðan bólt innfyri, har Hans Fróði Hansen var hægstur og stútaði. Øll í HB-skýlinum sóu bóltin fara í málið, men á sjálvari málstrikuni stóð ein leikara hjá NSÍ og fekk beint bóltin burtur, áðrenn hann fór inn um málstrikuna.

Fimm minuttir seinni vóru aftur boð eftir verjuni hjá runavíkingum. Allan Mørkøre fekk ein bólt frá NSÍ-verjuni, og hann streyk avstað í høgru. Komin nær brotsteiginum hjá NSÍ sendi hann bóltin inn til ein púra leysan Súna Fríða Johannesen, sum akkurát fekk sett vinstra fót á bóltin og beint honum móti málinum, men aftur hesaferð kom ein verjuleikari hjá NSÍ rennandi og fekk sparkað bóltin vekk á sjálvari málstrikuni. Fleiri av leikarunum hjá HB vildu vera við, at bólturin var innan fyri málstrikuna, men linjuverjan stóð væl fyri til at meta um støðuna.

Stutt eftir hetta bríkslaði dómarin, Sjúrður Norðbúð, fyri hálvleiki, men tað var eitt sindur løgið, tí stadionurið vísti einans 44.14, tá ið bríkslað var.


Einki skil á HB eftir steðgin

Í hálvleikinum gjørdi NSÍ eina defensiva útskifting. Trygvi Mortensen valdi at taka áleyparan, Eddie Mikkelsen út og seta miðvallaran Helga L. Petersen inn í hansara stað. Runavíkingar broyttu við hesum taktikk og fóru nærum at spæla norskan fótbólt, har teir lógu við tíggju monnum aftan fyri bóltin og bert einum áleypara.

Heimaliðið tóktist verið fallið fullkomiliga í fátt eftir steðgin, og einki skil var á spælinum hjá teimum. Um man førdi hagtøl yvir avleveringarnar hjá teimum, so er lítið at ivast í, at tað vóru fleiri feilavleveringar enn avleveringar, ið raktu ein viðleikara. Haraftrat sást eingin stríðsvilji á liðnum, og eingin av miðvallarunum tímdi at renna aftur at verja, tá ið tørvur var á tí. Einasti maður á heimaliðnum, sum kundi vera nøgdur við sítt avrik, var verjuleikarin Hans á Lag. At Hans fekk eitt gult kort í dystinum, var púra burturvið, tí tað var dómarin, ið gjørdi eitt mistak og dømdi fríspark til NSÍ, tá ið teir áttu at fingið fyrimunin. Hans á Lag hevði gjørt lítla frísparkið og fyri at bøta um sítt mistak, valdi Sjúrður Norðbúð at revsa Hans við einum gulum korti.

Móti endanum av dystinum setti NSÍ Kára Hansen á vøllin fyri Ian Højgaard, og tað var skjótt, so hevði Kári sett sín dám á dystin. Andrew av Fløtum fekk bóltin í vinstru síðu, men so kom Kári Hansen rennandi og gav Andrew ein ordiligan sendara. Andrew reyk í vøllin, og tað sást beinanvegin, at tað stóð illa til hjá honum. Ungi HB-arin noyddist at vera fluttur av vøllinum, og lækni kom skjótt av áskoðaraplássinum at hjálpa honum, áðrenn Andrew bleiv fluttur á børu inn í felagshúsið hjá HB, har hann bleiv liggandi, til sjúkrabilurin kom eftir honum aftaná dystin. Í gjáramorgunin vistu teir í HB at siga, at Andrew helst var sloppin bíligari við einum heilaskjálvta.

Stutt eftir hesa hending fall avgerðin í dystinum. Eftir eitt sindur av ping-pong spæli í vinstru verjusíðu hjá HB endaði bólturin hjá Gert Langgaard, sum smekkaði til, og bólturin fór ímillum hendurnar á einum ikki heilt ósekum Bárði Johannesen í málinum hjá HB og trillaði inn um málstrikuna, og so vóru gestirnir á odda 3-1, og tá vóru einans fimm minuttir eftir at leika.

Einki mál kom aftrat í dystinum, og sigurin hjá runavíkingum var fult uppiborin. Liðið virkaði væl sum ein eind, og tað er ilt at nevna nakran spælara burturúr, men skal nakar nevnast, so spældu Arnfinn og Gert Langgaard sera væl, eins og Sjúrður Jacobsen hevði eitt gott tak á einum tamum Allan Mørkøre.

Hinvegin skal HB taka sær annað skinn um bak, um teir ætla sær at vinna á Krossinum í Sumba í vikuskiftinum. Avrikið hjá teimum mánakvøldið hóskaði betur til eitt botnlið enn eitt lið, sum skal verja FM.