1. deild menn:
HB-ÍF 4-0 (3-0)
Dysturin millum HB og ÍF punkteraði beinanvegin. Havnaliðið legði harðliga fyri, og tá 20 minuttir vóru spældir av dystinum høvdu teir lagt seg fram um 3-0.
ÍF var spælt niður hesa fyrstu løtuna, og allar 90 minuttirnar hevði HB fult tamarhald á dystinum, hóast spælið gjørdist ov nógv tvørtur um og aftureftir í seinna hálvleiki.
ÍF hevur onkuntíð argað HB í Gundadali, men tað er langt ímillum, og tá hevur tað verið gjørligt, tí ÍF hevur hildi málið reint langt út í dystin. Hesaferð fingu fuglfirðingar ikki eitt bein til jørðina, og HB-liðið, sum hevur mist nógv stig móti liðunum í aftara enda, var fult uppsett hesaferð.
Sigurin móti B36 seinasta vikuskiftið er komin væl við hjá liðnum, sum spælir við størri sjálvsáliti og hugflogi nú. Avriki var gott hesaferð, og kanska var bakgrundin bílig, tí stórur munur var á liðunum báðum.
Trý mál beinanveg
Súni Fríði Johannesen hevur verið burtur frá 1. deild nógvar dystir í seinu hálvu, tí hann hevur verið skaddur. Men hann hevur skotið nógv mál í lægru deildunum, tá hann hevur fingið dystarvenjing har, og hesaferð gjørdi Súni Fríði tvey mál beinanvegin.
Fyrra málið kom, tá Rúni Nolsøe royndi seg við langskoti úr 20 metrum. ÍF-málverjin kláraði ikki at halda skotinum, og so var Súni Fríði fyrstur á bóltinum og sendi í kassan.
Hetta var tá tveir minuttir vóru farnir, og bara fáar minuttir seinni økti HB. Andrew av Fløtum fór sjálvur í vinstru, snýtti fleiri ÍF?arar og legði so innfyri til aftaru stong, har Súni Fríði setti innaru síðuna á og sendi bóltin upp undir nettakið á ÍF-málinum.
Tá 20 minuttir vóru farnir økti HB til 3-0 eftir hornaspark. Fyrst stútaði Hans á Lag bóltin frá Jens Eriki Rasmussen á tvørstongina, og so tveitti Hans Fróði Hansen seg fram og stútaði ripostin í netið.
Tað var einki um ÍF hesa løtuna, HB?arnir høvdu fult yvirtak og spældu seg til fleiri málkjansir. Tá fuglfirðingar fóru í álop vóru teir sum oftast steðgaðir á miðvøllinum, og tí høvdu teir fáar royndir á málið hjá Bárði Johannesen.
HB fekk sigurin heim
Í seinna hálvleiki var HB-spælið ikki so ágangandi, sum tað var í fyrra hálvleiki. Bóltspælararnir á heimaliðnum spældu nógv millum sín á miðvøllinum og fram móti brotsteiginum, og tað var sum teir tóku sær eitt sindur av løttum.
Men ÍF kom ongantíð rættiliga við í dystin, og verjuspælið var ikki gott, tá Rúni Nolsøe streyk fram við fleiri og skoraði til 4-0.
ÍF hevði eitt mótálop, sum nakað av vanda stóðst av, men tá var Bárður Johannesen í HB-málinum, sum hevði lítið at gera, vaks, kom út og takklaði ÍF-álopsmannin. Móti endanum av dystinum kom Kaj Leo Johannesen á vøllin til sín dyst nummar 299 fyri HB. Málið hjá garvaða HB?aranum er at spæla 300 dystir fyri felag sítt, áðrenn handskarnir verða lagdir til síðis.
Sigurin hjá HB gav teimum aftur vónir um at enda á heiðursmerkjaplássi. Nú liggja teir eitt stig aftanfyri B36 og tvey stig aftanfyri GÍ, og málið hjá teimum reyðu og svørtu er at vinna í minsta lagi triðja plássið.
ÍF hevur framvegis tveir kjansir eftir fyri at koma upp um niðurflytingarstrikuna, men við slíkum avrikum sum móti HB verður tað trupult.