Síðstu vikurnar hevur formaðurin í EB/Streymi, Fróði Reinert Petersen, skrivað undir sáttmála við fleiri nýggjar spælarar.
Og í kvøld boðar EB/Streymur enn einaferð frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við ein nýggjan spælara. Hesa ferð er talan um leigusáttmála við HB.
Talan er um 18 ára gamla Ára Arge, sum á ólavsøku í fjør flutti úr HB og út á Argir, har hann í heyst var 12 ferðir á besta liðnum. Sambært faroesoccer.com var hann sjey ferðir á vøllinum allar 90 minuttirnar.
EB/Streymur skrivar soleiðis í kvøld:
EB/Streymur hevur í dag gjørt leiguavtalu við HB um unga verjuleikaran Ára Arge, sum seinastu tíðina hevur royndarvant á Eiði. Hann hevur eisini fingið nógva spælitíð í teimum báðum fyrstu venjingardystunum, har hann hevur víst góðar dygdir. Ári hevur fyri tað mesta spælt í vinstru verjusíðu.
Ári er 18 ára gamal og er uppvaksin í HB, men hevur eisini eitt skifti roynt seg í donskum fótbólti, har hann í 2019 spældi við unglingaliðnum hjá OB. Í fjør var Ári leigaður út til AB, har hann leikti 12 dystir í Betrideildini og ein í steypakappingini. Hann hevur eisini leikt 10 U17-landsdystir og 3 U19 landsdystir.
Vit bjóða Ára at vera hjartaliga vælkomnan til EB/Streym og góða eydnu í komandi avbjóðingum.