HB snávaði í Fuglafirði

Fyrsta tapið hjá Føroyameistarunum gjørdist veruleiki, tá teir taptu ímóti ÍF, sum hevur fingið fult í trimum teimum seinastu

ÍF fekk eina dreymabyrjan ímóti HB. Tá bert 12 minuttir vóru farnir av dystinum stýrdi Øssur Dalbúð, sum var staddur við handara stólpa eitt gott innlegg frá Jan Ellingsgaard í netið til 1-0. 24 minuttir seinni fekk ÍF ein eyðsýndan fyrimun, tá dómarin, Rúni Gaardbo metti, at ein ÍF-ari var togaður niður í brotsteiginum. HB-arnir vóru als ikki samdir við avgerðini, men hetta rein ikki við Andy Olsen, sum sendi bóltin í netið til 2-0 til HB. Løtu seinni mundi Andy Olsen økt til 3-0, og tað sá veruliga gott út hjá ÌF.
Satsaðu
HB satsaði og spenti álopsbogan. Tá seinni hálvleikur var bert átta minuttir gamal, framdi venjarin hjá HB eina duppultútskifting, har hann tók Hans á Lag og Hendrik Rubeksen út, og setti Rógva Holm og Tór Ingar Akselsen inn á vøllin. Tá eitt korter var eftir kom HB inn aftur í dystin. Levi Hanssen og Tór Ingar Akselsen høvdu eitt gott samanspæl, Jákup Mikkelsen í ÌF-málinum hálvbjargaði atsóknini. Bólturin stakk út til Rógva Poulsen, sum setti bóltin í málið. Ì yvirtíðini var nær við, at HB aftur bjargaði sær, men Jákup Mikkelsen bjargaði royndini. ÍF hevði eisini sínar málmøguleikar, tá teir fóru í skjótálop, men teir tóku heldur ikki av.
Tógvið stríð
Venjarin hjá ÍF viðgekk, at tað stóð nógv á ímóti dystarenda: - Tað var við tógvið stríð, at vit vunnu. Vit fingu eitt øðiliga gott mál tíðliga í dystinum, og tað gav okkum trúnna uppá, at tað fór at eydnast at vinna. Tá vit so fingu tað seinna málið, tá trektu vit okkum longur aftur á vøllin, og tá byrjaði HB at spæla langar bóltar. Eg vil siga, at sjálvt um HB hevði bóltin nógv, og spældi betur, so meti eg, at vit høvdu rættiliga gott tamarhald á støðuni, staðfesti Ábraham Løkin aftaná dystin. Hann viðgekk, at tað bleiv heldur nógvur panikkur ta seinastu løtuna, og at liðið tá lá alt ov langt afturi á vøllinum.
Rættaðu uppá tingini
Hjálparvenjarin hjá HB, Jóanes Jakobsen segði aftaná dystin, at tað stóð teimum greitt, at teir máttu rætta uppá teir høvdu gjørt í fyrra hálvleiki. – Eg haldi lutvíst, at tað eydnaðist at bøta um hetta. Vit satsaðu rættiliga álopskent, og í yvirtíðini hava vit ein rættiliga stóran málmøguleika til, at javna til 2-2. Vit løgdu ÍF undir eitt øðiligt trýst ta seinastu løtuna, og vit høvdu bóltin meginpartin av tíðini. Men teir vóru sjálvandi øðiliga vandamiklir, tá teir fóru í mótálop, og tí spældu vit við einum ógvuliga stórum vága. Har vóru fleiri støður, har vit høvdu miðverjuna við frammi, greiddi Jóanes Jakobsen frá. Hjálparvenjarin hjá HB fegnast kortini um, at tann komandi uppgávan 2. hvítusunnudag er ímóti B36, tí tað er neyvan nakar betur dystur hjá HB at reisa seg í aftur, enn ein grannauppgerð ímóti HB. ÌF møtir Víkingi í Sarpugerði komandi umfar, har talan verður um ein dyst millum tvey lið í leikligari viðgongd. Liðini møtast eisini í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið komandi hóskvøld.