2. deild
Sum kunnugt hevur gingið alt annað enn væl hjá besta mansliðnum hjá HB hetta kappingarárið. Úrslitini hava ikki verið góð, og tað at nógv fólk er fallið frá við skaðum, sæst nú av álvara aftur hjá næstbesta havnarliðnum.
Teir hava annars ligið framvið í oddinum størsta partin av árinum, og í øllum førum fram til týskvøldið vóru teir framvegis á odda.
Við verandi støðuni er tað tó helst bert ein spurningur um tíð, áðrenn HB noyðist av fremsta sessinum. Fleiri av vanliga føstu leikarunum skuldu til Vágs sunnudagin, og uttan hesar gekst illa í Lerivík, har heimaliðið hinvegin fekk lyft seg úr botninum.
Pólsk mál
LÍF var snøgt sagt betra liðið leygardagin. Teir vóru nógv ágrýtnari, spælið hekk betri saman, og tí var tað eisini fult uppiborið, at teir vunnu dystin.
Málini skutu teir báðir pólverjarnir, Tomek og Mirek, og ivaleyst verða hesir báðir millum lyklaleikararnar, nú LIF komandi vikurnar skal syrgja fyri at lyfta seg heilt úr botninum.
Sigurin merkti, at munurin niður á næst aftasta plássið gjørdist tvey stig, og fyrst og fremst fara seinastu fimm umførini at snúgva seg um, at hesin munur ikki minkar.
Hjá HB verður tað hinvegin ein spurningur, um teir megna at halda fast um oddasessin, og her kann so ikki sigast, at lagnan er í egnum hondum.
Fyrst og fremst hevur tað sjálvandi stóran týdning, hvørja niðurstøðu kappingarnevndin hjá FSF kemur til í kæruni frá Skála, men harafturat mugu teir bara vóna, at skaddu menninir á besta liðnum skjótt verða tøkir aftur.
Liðið hevur fleiri royndar leikarar, men tørvur er eisini á onkrum ungum kreftum, sum kunnu renna fyri teir »gomlu«, og ivaleyst verður hetta avgerandi fyri, um talan verður um heiðursmerki ella ikki hjá HB.
LÍF-HB 2-0 (1-0)
1-0: Mirek Gil
2-0: Tomek Resel









