HB-smágenturnar bestar

Kappast varð á Eiði, og her eydnaðist HB at vinna. Undan kappingini skuldi HB bert hava eitt stig í dystunum móti AB og KÍ. Og tá HB vann báðar dystirnar, varð tann setningurin eisini greiddur. Tær vunnu eisini steypafinaluna í Streymnesi tann 9. juni og eru sostatt greipuvinnarar 2007.