Tá VB/TB samstundis tapti 1-4 móti KÍ á Sevmýri var greitt, at havnadreingirnir ikki kundu fáast aftur við 10 stigum framman fyri nummar 2 (VB/TB) og við 2 umførum eftir.
HB a vann eisini steypafinaluna fyrr í ár, og hava harvið vunnið greipuna í ár.
Leggjast kann afturat, at við einum møguligum sigri næsta leygardag móti B 36, kunnu HB a smádreingirnir tryggja sær FM heitið við fullum stigatali.
Myndin er frá dystinum móti KÍ, har smádreingirnir hjá HB a leygardagin vunnu 1 - 5 í næstseinasta umfari.










