HB hevur við trivaligum 5-2 heimasigri á illa upplagda NSÍ styrkt um oddastøðuna. Stóri maðurin var Andrew av Fløtum, sum skoraði trý av HB málunum.
Hvørgin av næstu kappingarneytunum hjá HB megnaði fulla úrtøku. NSÍ tapti í Gundadali, og Víkingur megnaði ikki meiri enn málleysan javnleik í Sørvági. Javnleikurin bar næstfremsta plássið við sær, men víkingarnir eru ikki nøgdir, nú teir eru á veg til hús.
KÍ hevði vitjan av B36. Heldur ikki eftir 12. umfar hevur tað eydnast KÍ at vinna fulla úrtøku. Dysturin endaði 2-2. At ÍF vann trivaligan heimasigur á AB ber við sær, at støðan hjá bæði KÍ og 07 Vestur er verri, enn hon var undan 12. umfari. Støðan hjá B36 er heldur ikki ov góð.
B68 vann dramatiska uppgerð á Svangaskarði 3-2 á meistarunum í EB/Streymi, sum ikki megnaðu at halda tørn, hóast teir tvær ferðir vóru á odda.
Tapið ber við sær, at EB/Streymur er trettan stig frá oddasessinum. Sigurin ber við sær, at B68 rættuliga bjóðar av í kappingini um heiðursmerkini.
12. umfar
HB-NSÍ 5-2 (1-0)
1-0: Bjarni Jørgensen 13.
2-0: Rógvi Poulsen 60.
3-0: Andrew av Fløtum 73.
3-1: Hjalgrím Elttør 77.
3-2: Hjalgrím Elttør 85.
4-2: Andrew av Fløtum 87.
5-2: Andrew av Fløtum 94.
ÍF-AB 3-0 (0-0)
1-0: Bartal Eliasen 66.
2-0: Andy Olsen 89.
3-0: Vincent Jacobsen 92.
KÍ-B36 2-2 (1-1)
0-1: Brima Koroma 3.
1-1: Ivan Joensen 23.
1-2: Róaldur Jacobsen 64.
2-2: Jógvan Isaksen
07 Vestur-Víkingur 0-0
Reytt kort: Atli Gregersen 90.
B68-EB/Streymur 3-2 (3-2)
0-1: Egil á Bø 5.
1-1: Keita 15.
1-2: Santos br 28.
2-2: Ndende 40.
3-2: Jóan Símun Edmundsson 43.
Støðan eftir 12. umfar
HB 29
Víkingur 24
NSÍ 23
B68 21
EB/Streymur 16
AB 14
B36 13
ÍF 12
07 Vestur 7
KÍ 5
13. umfar
20. juni
B36-07 Vestur
21. juni
Víkingur-HB
B68-ÍF
AB-KÍ
NSÍ-EB/Streymur