Fótbóltur
Um óroynda KÍ liðið skal hava nakran møguleika ímóti væl mannaða og fjøltáttaða HB liðnum, so er uppskriftin einføld. Soleiðis hevur tað verið í fleiri ár. Tað hava klaksvíkingar vitað, men bara viðhvørt hevur tað eydnast.
Hesa ferð eydnaðist tað, og KÍ kroysti leingi HB, men tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, var tað greitt, at øll stigini fóru ígjøgnum tunnilin. KÍ stríðið við góðum hugburði og hørðum og ágangandi trýsti bar ikki meiri við sær enn tepurt tap.
Orsøkin til at tað endaði, sum tað gjørdi, var eyðsýnd. Tað bar ikki til hjá klaksvíkingum at halda fram í sama stíli, og favorittarnir í reyðu troyggjunum høvdu fleiri streingir at spæla uppá. Tá ið tað ikki riggaði, sum tað skuldi, við teimum fyrstu ellivu, so vórðu tvær skiftingar og onkrar rokeringar gjørdar undir hálvleiks ráðleggingini, og sum 2. hálvleikur leið, tóktist tað bara vera spurningur um tíð, nær HB fór at fáa mál, stig og sigur.
- Vit taptu, og tað iðra vit okkum nógv um. HB hevur betri manningarlista, enn vit hava, og tí noyddust við at kompensera við hørðum arbeiði. Hugburðurin var fínur, og hann kunnu vit taka við okkum, nú vit skulu spæla rættuliga týdningarmiklar dystir, staðfesti KÍ venjarin, Eyðun Klakstein, sum var sera væl nøgdur við blaðungu menninar. 17 ára gamli Eli Simonsen var fyri fyrstu ferð sentralur miðvallari, og Álvur F. Christiansen varð miðskeiðis í 1. hálvleiki settur inn á miðvøllin í vinstru, tá ið Bjarni Jørgensen var noyddur at fara út.
Eftir hornasparksinnlegg legði KÍ seg á odda eftir tíggju minuttir. Símun Joensen, sum var á vinstra vongverja og í 1. hálvleiki hevði Jákup á Borg í stuttum tjóðri, átti síðsta fótin á.
So vóru fyritreytirnar hjá heimaliðnum góðar, og tað var um reppið, at KÍ økti um leiðsluna, tá ið Heðin á Lakjuni við høvdinum stýrdi bóltin skeivu megin stólpan aftanfyri Trónd Vatnhamar, sum avloysti skadda Marcin David.
Í 2. hálvleiki økti HB um ferðina, havnarmenninir fluttu seg og bóltin nógv og skjótt, og hóast spælið ikki var so væl skipað, sum tað ofta hevur verið hjá teimum, so eydnaðist tað at vinna stigini.
Jákup Mikkelsen var brandur í KÍ málinum, men tað lá í luftini, at tað fór at enda galið hjá heimaliðnum. Tá ið tað restaði eitt korter, sendi Jákup á Borg frísparksroynd í stólpan, og Andrew av Fløtum var fyrstur á returinum.
So var javnt, HB helt fram við at trýsta, og stutt undan leikloki eydnaðist tað. Eftir eitt av mongum innleggum hevði Mortan úr Hørg síðsta fótin á, 2-1 til HB, og stigini svunnu úr góðveðrinum í Klaksvík og suður í høvuðsstaðin. Tað helt HB venjarin, Rúni Nolsøe, var fult uppiborið:
- Vit hava eitt fínt lið, men vit fáa einki burturúr, um vit ikki arbeiða fyri søkini. Tað gjørdu vit ikki fyrstu løtuna í Klaksvík, og tað vórðu vit sektaðir fyri. Teir fingu beinanvegin mál eftir horna, og tað sást væl, at okkara als ikki vóru tendraðir. Síðstu løtuna undan steðginum fingu vit betri fatur á spælinum, og í 2. hálvleiki vóru vit so mikið nógv betri, at eg haldi, at tað var fult uppiborið, at vit skoraðu tvey mál og vunnu, heldur Rúni Nolsøe.
HB gjørdi tvær skiftingar, og tær vórðu báðar framdar í steðginum:
- Tað ráddi um at fáa meiri agressivitet inn á liðið, og tað eydnaðist. Tað haldi eg, at avrikið í 2. hálvleiki vísti. Men hetta var áminning til okkara um, at einki kemur av sær sjálvum, og tað vóni og rokni eg við, at spælararnir fara at hava við sær inn á Toftir næsta sunnudag.