Toppdystur verður á Tórsvølli nú klokkan 19. HB eigur heimavøll ímóti B36, sum í fyrstu lokaluppgerðini í ár legði rygg til 4-2 tap. B36 hevur 28 stig, og HB hevur 31 stig.
B36 liðið er mannað næstan so væl, sum tað ber til. Tó er toppskjúttin higartil, Michal Przybylski, sum hevur skorað átta mál, ikki á listanum í kvøld, tí hann er skaddur.
Hjá HB er fleiri broytingar á liðnum. Nýggi álopsspælarin Mikkel Dahl, er millum teir fyrstu ellivu, og Pætur J. Petersen, sum hevur verið skaddur fleiri tær seinastu vikurnar, er aftur millum teir fyrstu ellivu.
Í verjuni eru liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen og Bartal Wardum, sum nógvu tær seinastu ferðirnar hevur verið fastur maður, á beinkinum í kvøld, meðan Heri H. Mohr er á vøllinum saman við Samuel Johansen Chukwudi og Heðini Hansen.
HB – B36 kl. 19.00
Dómari: Kári J. á Høvdanum
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Heðin Hansen, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen – Pætur J. Petersen, Mathias Nygaard, Mikkel Frankoch, René S. Joensen – Dan í Soylu, Mikkel Dahl
Á beinkinum: Jákup Højgaard, Jógvan Rói Daivdsen, Bartal Wardum, Ási Dam, Hilmar Leon Jakobsen, Øssur Dalbúð, Áki D. Samuelsen
B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Árni Frederiksberg, Eli Falkvard Nielsen, Erlendur Magnusson, Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel, Stefan Radosavljevic
Á beinkinum: Símun Rógvi Hansen, Magnus Holm Jacobsen, Bjarni Petersen, Hugin Samuelsen, Hannes Agnarsson, Andreas Thomsen, Brian Jakobsen