Fyri triðju ferð í ár hittust næstbestu liðini hjá HB og KÍ í Gundadali í dag. Í fyrsta dystinum vann KÍ 6-0 í Gundadali. Tað var 1. apríl, og 4. august vann KÍ 3-1 á heimavølli. Í dag vann HB 1-0. Málskjútti seks minuttir undan steðginum var Jákup L. Thomsen.
HB er á sjeynda plássi við 25 stigum, og KÍ er á fimta plássi við 31 stigum.
Hjá HB og Jákupi L. Thomsen er tað sera hugaligt, at hann var á vøllinum í dag og skoraði sigursmálið. Jákup L. Thomsen varð í vetur roknaður at fara at vera fremsti álopsspælarin hjá HB í bestu deildini í ár. Hann skoraði í øðrum umfari og aftur í sjeynda umfari, men síðani síðst í mai hevur hann ikki verið at sæð á vøllinum, tí hann hevur verið illa skaddur.
Í dag var Jákup L. Thomsen aftur á vøllinum, og máltevinum bilar framvegis einki. Tað man bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn hann aftur verður at síggja millum teir fyrstu ellivu á besta liðnum.
Leygardagin verður HB partur av grannauppgerð í Gundadali ímóti B36, og tá fær KÍ vitjan av ÍF.
-
Víkingur – Undrið FF 3-1 (1-0)
1-0: Rani Hansen 28.
2-0: Ingi Jonhardsson 46.
3-0: Áki Magnussen 88.
3-1: Rói Jacobsen 91.+
-
NSÍ – ÍF 2-2 (2-0)
1-0: Búi Egilsson 15.
2-0: Búi Egilsson 16.
2-1: Nenad Saric 78.
2-2: Hans Jákup Lervig 94.+
-
HB – KÍ 1-0 (1-0)
1-0: Jákup L. Thomsen 39.
-
B71 – 07 Vestur 2-0 (0-0)
1-0: Aron Clementsen 69.
2-0: Tijani Mohammed 73.
-
TB – B36 2-2 (1-0)
1-0: Nikolei Johannesen br 35.
1-1: Mattias Hellisdal 61.
1-2: Tobias Hansen 79.
2-2: Ragnar Tausen 82.
-
TB | 19 | 14 | 2 | 3 | 55 | 23 | 44 |
ÍF | 18 | 13 | 4 | 1 | 43 | 17 | 43 |
Víkingur | 18 | 10 | 3 | 5 | 46 | 30 | 33 |
Undrið FF | 19 | 10 | 2 | 7 | 34 | 28 | 32 |
KÍ | 19 | 10 | 1 | 8 | 47 | 34 | 31 |
B71 | 18 | 8 | 4 | 6 | 29 | 24 | 28 |
HB | 19 | 8 | 1 | 10 | 34 | 40 | 25 |
B36 | 18 | 3 | 5 | 10 | 25 | 42 | 14 |
NSÍ | 18 | 2 | 4 | 12 | 21 | 62 | 10 |
07 Vestur | 18 | 0 | 2 | 16 | 14 | 48 | 2 |
-
Máltindurin | |
Mikkel Blåholm TB | 20 |
Finnur Justinussen Víkingur | 10 |
Hans Jákup Lervig ÍF | 10 |
Villiam Klein Undrið FF | 10 |
Rani Hansen Víkingur | 9 |
-
Fríggjadagin 26. august
Undrið FF – 07 Vestur
Leygardagin 27. august
KÍ – ÍF
Víkingur – B71
B36 – HB
TB – NSÍ