Fríggjadagin var lutakastið til tvey tey fyrstu innleiðandi umførini í Champions League. Eitt føroyskt umboð er við í hesi kapping á hvørjum ári, og tað spælir við í fyrsta innleiðandi umfarinum.
Lutakastið hevði við sær, at HB skal langa leið fyri at spæla altjóða dyst í ár. Luturin fall á FC Wit úr Georgia, og fyrri dysturin verður í Georgia 14. juli. Seinni dysturin verður spældur í Føroyum eina viku seinni, tann 21. juli.
Hetta var neyvan eitt ynskimótstøðulið hjá HB, men nógv eystureuropeisk lið eru við í fyrsta innleiðandi umfarinum, og tí er sannlíkið fyri at møta slíkum liðum stórur.
HB hevur einaferð áður spælt ímóti einum georgiskum liði, og tað var ein strævinum uppgáva. Hitin var øðiligur, tá ið HB tapti 6-0 á útivølli, og alt var við at hvørva í mjørka, tá ið tapið á heimavøllið varð hálverað.
Lutakast skuldi eisini verða til UEFA CUP í gjár, men áðrenn evstamark á blaðnum, var tað ikki greitt, hvørjum B36 og B68 skuldu spæla ímóti.