HB skal royna at reisa seg á Svangaskarði

Felags fyri bæði HB og B68 er, at fleiri av lyklaspælarunum ikki eru tøkir, tí teir eru leikbannaðir ella skaddir

Toftamenn fegnaðust tríggjar ferðir, eftir at teir høvdu skorað í Runavík, har teir 18. juni taptu 4-3

Í kvøld fer heimligi fótbólturin í summarfrí. Tá verður síðsti dysturin í 15. umfari. HB skal stutta teinin inn á Svangaskarð, har B68 tekur ímóti.

 

HB skal reisa seg eftir stóra vónbrotið, sum tað var, tá ið liðið fyri einari viku síðani suðuri í Albania tapti í europeisku meistarakappingini.

 

Hetta hevði við sær, at venjarin Jonas Dal Andersen í gjár segði seg úr starvi. Í kvøld fer Kevin Schindler, sum higartil hevur verið hjálparvenjari, at hava ábyrgdina. Um hann fer at halda fram í venjarasessinum, ella um annar venjari verður settur, er ikki greitt enn.

 

Hjá HB er René S. Joensen tøkur aftur eftir leikbann. HB hevur trupulleikar á miðvøllinum, har saknur er í Dan í Soylu, sum hevur brotið fótin og Heðini Hansen, sum er leikbannaður. Stefan Radosavljevic hevur seinastu vikurnar verið darvaður av vøddaskaða. Síðsta týskvøld varð hann ikki settur á vøllin í Albania, fyrr enn tað restaðu tveir minuttir.

 

9. mai vann HB 1-0 á heimavølli ímóti B68. Tað var longu í fyrsta minutti, at B68 málverjin gjørdi sjálvmál. Tá kundi tað bent á gtrivaligan heimasigur, men soleiðis varð tað ikki. Tað var heilt spennandi, og fleiri ferðir var um reppið, at B68 javnaði.

 

Fleiri av teimum, sum ta ferðina vóru eyðsýndir á B68 liðnum, vera ikki við í kvøld. Miðverjin Christ Jastrzembski, verjukendi miðvallarin Tonni J. Thomsen og spælskiparin Lukasz Cieslewicz eru leikbannaðir, og týdningarmikli miðvallarin Bárður Ó. Jensen hevur ikki verið á vøllinum síðani 1-0 tapið á Tórsvølli. Tá noyddist hann av vøllinum í 64. minutti. Bárður er darvaður av skaða í lærkrikanum. Petur í Túni Petersen, sum seinastu ferðirnar hevur verið vongverji í høgru, varð skaddur í fótinum í grannauppgerðini í Runavík fyri tíggju døgum síðani. Hann verður ikki tøkur næstu vikurnar.

 

B68 er á níggjunda plássi við seks stigum, og HB er á triðja plássi við 27 stigum.

 

B68 – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00.

 

Toftamenn fegnaðust tríggjar ferðir, eftir at teir høvdu skorað í Runavík, har teir 18. juni taptu 4-3