HB skal í arbeiðsklæðini

FC Suðuroy hevur í dag nýggjan møguleika at vinna stig á heimavølli

Klokkan 14.30 verður fyrsta bríksl á Vágseiði, har FM favorittarnir í HB vitja.

Tað kendist sum stórur lætti millum heimafólkið, tá ið tað leygardagin við 3-1 heimasigri á AB eydnaðist FC Suðuroy at vinna fyrstu stigini síðani uppflytingina.

-Kappingin er ung enn, og vit hava higartil oftast verið á útivølli. Nú eiga vit tríggjar heimadystir á rað, og annars skulu vit fram til summarsteðgin spæla aðru hvørja ferð á heimavøllinum, har vit skulu vinna stigini. Hóast tað ikki hevur vignast so væl hjá okkum higartil, so hava vit framvegis møguleika at svara aftur, tí tað higartil hava verið so nógvir javnleikir, sigur FC Suðuroy venjarin Jón Pauli Olsen.

Hjá FC Suðuroy er Jón Krosslá Poulsen leikbannaður, og Salmundur Bech og Jón Áki Jacobsen eru skaddir.

Eingin ivi er um, hvør dagsskráin er hjá Heðini Askham og HB, sum sunnudagin løgdu rygg til 2-0 tap á útivølli ímóti NSÍ:

-Tað einasta, sum vit kundu taka við okkum úr Runavík, var, at avrik av hesum slagnum kunnu vit ikki vísa aftur. Vit mugu arbeiða meiri og spæla betri, enn vit gjørdu ímóti NSÍ, sum vann fult uppiborið ímóti okkum, sigur HB venjarin.

HB hevur higartil verið tríggjar ferðir á útivølli, og úrtøkan er fýra stig – 1-1 í Fuglafirði, 2-0 sigur í Klaksvík og so 2-0 tapið í Runavík.

Í dag eru tríggir HB spælarar ikki tøkir: René S. Joensen er leikbannaður, og Pál M. Joensen og Andrew av Fløtum eru skaddir.

Hagtølini siga, at tað meiri enn so kemur fyri, at teir í syðra parti av Suðuroy spæla sigursvandu havnarmonnunum eitt puss. Í 2012 vann HB tvær ferðir á Vágseiði – 1-0 og 4-0 – og í 2010 vann HB 3-0 har suðuri. Hetta árið var tað púra óvæntað, at FC Suðuroy fyrst megnaði 4-4 í Gundadali, og síðani vann 4-1 í Gundadali!

Í 2007 endaði tað 0-0, tá ið VB/Sumba hevði vitjan av HB, og í 2006 var úrslitið 1-1. Síðsti heimasigurin á Vágseiði ímóti HB var í 2005. Tá varð HB 10. apríl sent til hús við 1-0 tapi. Milan Kuljic, sum síðani hevur verið í HB, var einsamallur málskjútti. Einasti maður, sum ta ferðina var á vøllinum, og sum aftur í morgin verður á vøllinum, er Símun Samuelsen. Núverandi hjálparvenjarin í HB var tá á VB/Sumba liðnum. 3. juli hetta sama árið endaði tað 2-2 á Vágseiði ímóti HB, og tá var Símun Samuelsen fyrsti málskjúttin.

FC Suðuroy-HB: Eiler Rasmussen kl. 14.30.