Ein innanhýsis avtala millum HB og AB ger, at B36 helst skal gjalda 32.000 krónur, fyri at fáa Jógvan Skeel Nolsøe í hópin til komandi kappingarár.
Les eisini:Toppskjúttin í AB til B36
Talan er um eitt sokallað uppalingsgjald, sum Fótbóltssambandið áleggur feløgunum at gjalda fyri spælarar, sum eru uppvaksnir í øðrum feløgunum. Tá Jógvan Skeel Nolsøe á sinni skifti til AB frá HB, gjørdi feløgini eina inanhýsis avtalu.
Hon innibar, at AB ikki skuldi gjalda uppalingarpengar til HB, men at spæliloyvið fellur aftur til HB, tá Jógvan Skeel Nolsøe ikki heldur fram í AB.
Bæði Sjúrður Olsen, formaður í FC Argir, og Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, vátta at HB hevur rætt til uppalingspengar.
- Tað er rætt, at HB, AB og Jógvan Skeel Nolsøe hava skrivað undir eitt skjal, har spæliloyvið fellur aftur til HB fyrst. Tí kann HB krevja uppalingspengar fyri Jógvan, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í fótbóltssambandinum.
Sambært reglugerðini, so hevur eitt felag rætt til 5.000,- krónur fyri hvørt ár, sum spælarin hevur spælt í felagnum, frá tí hann er 12 til 21 ár. Jógvan Skeel Nolsøe hevur spælt í HB frá tí hann var 12 til 21.
Tí hevði HB rætt at krevja AB eftir 50.000 krónum, tá Jógavn Skeel Nolsøe í 2013 skifti út á Argir. Nú framherjin er fyltur 23 ár, so HB hevur rætt at krevja B36 eftir 32.000,- krónum, tí tá spælarin er fyltur 23, so kann eitt felag krevja tveir triðingar av fullu upphæddini.