HB skal hava nýggjan miðvøll

Tveir landsliðsspælarar sita uttanfyri saman við Andrew av Fløtum. Poul Ingason byrjar inni

Tað verður eitt skert HB liðið, sum í dag vitjar við Løkin. HB tapti farna umfar fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, og frástøðan upp til B36, sum er oddalið, er nú heili fimm stig. Tí era v stórum týdningin fyri HB, at teir vinna á NSÍ.


Les eisini: Fótbóltspanelið metir um 13. umfar

 

Heðin Askham verður uttan Christian R. Mouritsen, sum er skaddur. Heina Vatnsdal, sum hevur fingið tríggjar dystir leikbann, umframt at Andrew av Fløtum heldur ikki er klárur til dystin í dag. Eisini vinstri bakkurin, Pál M. Joensen, er uttanfyri.

 

Les eisini: Mannfall í Gøtu

 

Sostatt skal HB finna eina nýggja skipan á miðvøllinum. Upplagda boðið hevði verið, at Tróndur Jensen kom á verjukenda miðvøllin, men hann spældi allar 90 minuttirnar í 1.deild móti KÍ í dag. Somuleiðis spældi Bartal Wardum, sum byrjaði inni móti EB/Streymi, allan dystin í dag í 1.deild.

 

Les eisini: Langt leikbann til HB ara

 

Tí verður talan um nýggja samanseting á miðvøllinum, tá HB rennur á vøllin í Runavík klokkan 17.15.Tað ljóðar eisini fyri vist, at Poul Ingason byrjar inni í álopinum. Hann hevur bara fingið 50 minuttir á vøllinum samanlagt í landskappingini í ár.

 

Les eisini: Leigusveinur nú HB ari

 

Dysturin millum NSÍ og HB verður klokkan 17.15 og Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.