HB skal hava nýggjan formann

Finnbogi Arge takkar fyri seg sum formaður í HB, tá ið aðalfundur verður 31. januar

HB skal hava nýggjan formann seinni í  mánaðinum. Aðalfundur verður 31. januar, og tá leggur Finnbogi Arge frá sær sum formaður, eftir at hann hevur sitið í sessinum í góð seks ár. Tað váttar Finnbogi Arge sjálvur.

- Eg haldi, at tíðin er tann rætta nú, tí vit hava eina øgiliga góða nevnd, og eina góða ungdómsnevnd við Eyðun Mørkøre á odda, og eina góða Effonevnd við Ragnar Joensen á odda. Báðir hava teir verið kosnir ársins leiðarar. So eg velji at fara, tá ið fólk eru har, sum kunnu taka við beinanvegin, sigur Finnbogi Arge.

Sjálvur heldur Finnbogi Arge, at tað er sunt fyri felagið, at man skiftir út.

- Eg haldi, at tað er týdningarmikið, at man viðhvørt fær eitt sonevnt "facelift". Tað er gott fyri eina organisatión. Eg eri ikki útbrendur, men føli bara, at tað er rætt at gera tað nú, sigur Finnbogi Arge.

Hann sigur, at hann framyvir verður ein vanligur limur í HB, men hevur felagið brúk fyri honum, so vil hann fegin rætta eina hjálpandi hond.

- Men eg haldi, at tað er umráðandi, at tá man fer sum formaður, at so fer man úr nevndini og letur stafettina víðari. Men eg vil gjarna vera í nærumhvørvinum, tí mær dámar tað væl, sigur fráfarandi formaðurin í HB.

Hann sigur annars, at HB fer at koma út við einum lítlum yvirskoti í 2016, men útlitini fyri 2017 eru fíggjarliga tung.

- Mangulin uppá europeiskari luttøku sæst sjálvandi aftur, men vit hava góðan uppbakning, so tað skal nokk eydnast. Í heyst, tá vit sóu, at tað fór at blíva serliga trupult, upplivdi eg, at fólk stóðu saman um felagið, ein fantastiskan felagsanda, so eg veit, at eg kann fara við góðari samvitsku, sigur Finnbogi Arge at enda.

-

 

-