HB skal ganga undan

Dystaráseting, HB og Pál Joensen

Tað eru evnini í klummuni í dag. Vit sóu á Summar Festivalinum, at tað gagnar føroyskum fótbólti, at KÍ hevur heimavøll á einum slíkum degi. Eg havi næstan ikki sæð so nógvar áskoðarar til ein vanligan fótbóltsdyst áður.

 

Spurningurin er um vit skulu tora at leggja ávísar dystir til ávís tíðspunkt. Ella um vit skulu til at hugsa nógv meiri um áskoðaran, sjálvt um tað kann ganga útyvir spælararnar og onkuntíð fyrireikingarnar hjá feløgunum. Tað er jú ongin fótbóltur uttan áskoðarar, og tølini hava verið minkaði á flestu støðum kring landið.

 

Eitt nú dysturin millum FC Suðuroy og TB. Hann verður spældur samstundis, sum tað er umfar kring alt landið. Kundi man í fyrsta umfari lagt ein av hasum uppgeriðinum á jóansøku. Og í aðru atløgu lagt dystin ein dag, har tað ikki er so nógv annað á skránni í Effo-deildini. Hetta hevði óvia fingið fleiri áskoðarar og miðlar til hesa so spennandi uppgerð. Annars er tað ikki rætt, at TB og FC Suðuroy spæla á heimavølli í senn.

 

Dystir á stevnunum og festivalunum er ein suksé fyri áskoðaran. Spurningurin er um vit skulu til at tora at flyta dystir, so tað passar áskoðaraum betri. Hetta verður partvís gjørt og tað riggar. Spurningurin er bara um letur seg gera politiskt millum feløgini.

 

HB skal vera undangongufelag

So var aftur venjaraskifti í HB. Felagið, sum er tað mest vinnandi í landinum, hevur nú sett 14. venjaraloysnina upp 14 ár. Fyri meg eigur HB at vera eitt undangongufelag í føroyskum fótbólti. Skal tað vera eitt felag, sum skal slóða fyri í krøvum, sum tú kanst seta spælarunum og sær sjálvum, so er tað HB, ið skal ganga á odda.

 

Tað er bara ikki tilfeldi í løtuni. Hóast fleiri FM heitið seinnu árini, so er ilt at síggja ein reyðan tráð í tí sum HB ger.

 

Spælarar og venjarar verða útskiftir í stuttum og jøvnum milumbili. Spælið er ikki at kenna aftur, áskoðarin tykist hava vend felagnum bakið og fáir spælarar verða framleiddir úr ungdómsrekkjuni.

 

Tað eigur at vera stuttligt og spennandi at síggja HB spæla. Spælararnir í felagnum eiga at seta stór krøv til sín sjálvan, og liðið skal kunna mynda dystir. Tað er ilt at fáa eyga á í løtuni.

 

Tað var hvørtfall soleiðis tað plagdi at vera. Teir spælararnir, sum komu í gjøgnum ungdómsrekkjurnar rukku mangan langt.

 

Nú er HB í vanda fyri at missa støðuna sum undangongufelag í føroyskum fótbólti. HB er jú felagið, sum hini elska at finnast at. Tað sæst eisini á lesaratølum á millum annað in.fo, at HB er felagið, sum hevur størst áhuga millum føroyingar.

Í løtuni verða teir yviráhlaðir av fleiri feløgum á fleiri økjum.

 

Pál snýttur

Eg bleiv nakað so argur, tá eg læs tíðindini á síðu 8, um at Sun Yang snýtti Pál Joensen fyri eitt finalupláss í 1.500 metrar frí. Ítróttarandin hjá Sun Yang er nakað tað vánaligasta eg havi upplivað í altjóða ítrótti. Fyrst doping og nú vil hann ikki siga frá, tá hann er skaddur, so eykamaðurin kann koma inn fyri hann. Í hesum førinum hevði tað verið Pál Joensen. Eg havi sagt tað fyrr, og kann gott siga tað umaftur:

 

- Fair play, Sun Yang. Fair play!

 

Klumman í Sosialinum, mánadagin 10. august

 

trondur@sosialurin.fo