HB skal í arbeiðsklæðini

HB venjarin ásannar, at um hansara menn skulu hugsa um at vinna úrtøku á Argjum seinnapartin, so verður neyðugt at arbeiða meiri, enn teir gjørdu í grannauppgerðini ímóti B36 fyri viku síðani.

 

-Liðini í bestu deildini eru so mikið jøvn, at tað er neyðugt at arbeiða nógv og hart, um úrtøka skal spyrjast burturúr, og tað havi eg í vikuni endurtikið undir venjingunum. So eg rokni við heilt øðrvísi avriki á Argjum enn ímóti B36, sigur Oddbjørn Joensen.

 

Tú kanst rokna við, at AB fer at nýta somu uppskrift sum B36?

-Einki at ivast í. Eg sá AB í Fuglafirði leygardagin, og Sámal Erik Hentze og ABarnir sóu okkum sunnudagin. B36 arnir vóru raskir og góvu okkum ikki frið. Teir runnu meiri enn okkara, og teir vóru raskari í nærdystunum. Vit fluttu okkum ov lítið, og vit vóru ikki nóg raskir í nærdystunum. Tað skal broytast, um vit skulu hugsa um at vinna á Argjum, eru boðini frá HB venjaranum.

 

Heini Vatnsdal er leikbannaður, og Rógvi Holm er framvegis sjúkur. Hinir spælararnir eru allir tøkir, og tað er kapping um plássini. Møguleiki er fyri, at Bárður Johnson Heinesen fer at fáa møguleikan millum teir fyrstu ellivu.

 

AB venjarin Sámal Erik Hentze staðfesti eftir tapið í Fuglafirði, at mistøkini vóru orsøk til, at eingin úrtøka fekst. AB liðið stríddist væl, og tað er uppskrift, sum er góð at hava ímóti HB.

 

Miðvallarin Mikkjal T. Hentze noyddist longu í 8. minutti av vøllinum í Fuglafirði, men hann er tøkur aftur. Miðverjin Leivur Holm Joensen noyddist út miðskeiðis í 1. hálvleiki, og hann verður ikki við ímóti HB. Fyrrverandi HB spælarin Poul Thomas Dam er tøkur eftir skaða. Rógvi Poulsen, sum í fjør spældi við HB, rokna teir ikki við kemur fyri seg fyrrenn um ein mánað ella so.

 

AB-HB: Rúni Gaardbo. Í dag klokkan 15.00.