HB skal aftur á beint

Tað er krav hjá oddaliðnum at fáa fult um vikuskiftið. Tað hevur ikki eydnaðst seinastu trý umførini

Hóast HB ikki hevur fingið fleiri enn trý stig seinastu trý umførini, er oddaliðið framvegis ikki av álvara hótt í oddastríðnum. Tað eru framvegis sjey stig til nærmasta kappingarneytan. Men nú er summarfrítíðin og altjóða fótbóltur lagdur aftur um bak á hesum sinni, og tað er nú kravið, at HB fær fult, tá botnproppurin vitjar í Gundadali.


Hanus verður við

Tað hava verið broytingar í hópinum hjá høvuðsstaðarfelagnum seinasta mánaðin. Hanus Thorleifsson er eitt nú komin úr B36, og spurningurin er, hvør hansara leiklutur verður um vikuskiftið. Hann spældi við næstbesta liðnum seinasta leygardag, men nú bendir alt á, at hann verður við í Vodafonehópinum. Í ólavsøkudystinum móti B36 røkti hann plássið um vongverji í høgru, og tað er ikki ósannlíkt, at Sámal Erik Hentze, venjari, aftur fer at nýta hann á hesum plássi.

07 Vestur er í tungum sjógvi. Seinast teir fingu fult var í fjórða umfari, tá B36 vitjaði í Sørvági. Neyðloysnin hevur verið at fáa fimm nýggjar leikarar í hópin, men hóast fleiri teirra stóðu seg væl seinast, er ikki líkt til, at tað fer at bjarga felagnum. Vágamenn skulu hava minst 15 stig afturat í hesum kappingarárinum, um liðið skal varðveita sætið. Og tað eru bara 11 dystir eftir. Fyrsta uppgávan eitur oddaliðið HB í Gundadali.