HB sigraði ímóti meistarunum

Í dag spældu tvey tey bestu í kappingini í fjør venjingardyst í Gundadali

Í VFF kappingini hittust HB og KÍ á middegi í dag á ovara vølli í Gundadali.

 

Tað var nógvur vindur, og í fyrra hálvleiki høvdu gestirnir vindin undan. Tað nógva gekk tá fyri seg á HB hálvuni, men tað eydnaðist ikki klaksvíkingum at fáa bóltin í í HB málið.

 

HB hevði onkra góða atsókn í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin, tá ið heimaliðið hevði vindin undan, gekk tað mesta fyri seg á hálvuni hjá KÍ. Tá eydnaðist tað HB at skora eitt mál. Stefan Radosavljevic fekk úr stuttari fjarstøðu bóltin framvið Meinhardt P. Joensen, sum í dag vardi KÍ málið.

 

 

 

HB: Bjarti V. Mørk Heri Mohr, Heðin Hansen, Hørður H. Askham, Daniel Johansen Stefan Radosavljevic, Dan í Soylu Jákup L. Thomsen, Áki Samuelsen, Adrian R.  Justinussen Hilmar Leon Jacobsen

 

KÍ: Meinhardt P. Joensen Jesper Brinck, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Patrick Da Silva Dávid B. Andreasen, Olaf K. Hansen, René S. Joensen Mads Bo Mikkelsen, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannesen

 

Hvør hálvleikur var 30 minuttir, og bæði liðini skiftu í seinna hálvleiki fleiri spælarar út.