HB siglir sín egna sjógv

HB hevur í dag við 4-2 heimasigri á KÍ styrkt um oddasessin. KÍ tapið ber við sær, at klaksvíkingar framvegis eru botnlið. Fyri KÍ, sum tá ið støðan framvegis var 0-0 misýtti brotsspark, kom tað sjálvandi væl við, at 07 Vestur tapti á Svangaskarði, men teinurin til bjargingarsessin gjørdist longri, tí ÍF, sum er á 8. plássi, megnaði 2-2 á útivølli ímóti EB/Streymi.

NSÍ kiksaði orduliga á heimavølli ímóti AB, tí er munurin frá HB og aftur til næsta kappingarneytan øktur til fimm stig!

B68 vann 2-1 heimasigur á 07 Vestur. Toftamenn tykjast vera ógvuliga væl fyri. 2. hvítusunnudag fer B68 at fáa vitjan av HB, og sum tað sær út í løtuni eru toftamenn teir, sum kanska hava bestu vánirnar at taka oddaliðið.

Hjá meistarunum í EB/Streymi er lagið ikki gott. Fyri einari viku síðani eydnaðist tað bara at vinna eitt stig í Klaksvík, og í dag eydnaðist tað heldur ikki at vinna meiri enn eitt stig á heimavølli ímóti ÍF.

Fuglfirðingar søgdu seg vera vónsviknar, eftir at teir undan vindinum høvdu verið frammanfyri við tveimum málum.

Víkingur fær í annaðkvøld vitjan av B36. Um tað eydnast Víkingi at vinna fulla úrtøku, so verður Víkingur nýtt lið á næstovasta plássi.

 

9. umfar

HB-KÍ 4-2 (2-0)

1-0: Hans á Lag 41.

2-0: Andrew av Fløtum 45.

3-0: Páll Mohr Joensen 49.

3-1: Kristoffur Jakobsen 53.

4-1: Andrew av Fløtum 68.

4-2: Sørmund Kalsø 84.

 

EB/Streymur-ÍF 2-2 (0-2)

0-1: Andy Olsen br 23.

0-2: Dánjal á Lakjuni 36.

1-2: Levi Hanssen 56.

2-2: Brian Olsen 79.

 

NSÍ-AB 0-1 (0-1)

0-1: Jobin Drangastein 43.

 

B68-07 Vestur 2-1 (1-1)

1-0: Jóan Símun Edmundsson 15.

1-1: Jens Erik Rasmussen br 21.

2-1: Keita 58.

 

Í morgin kl. 19.00

Víkingur-B36

 

Støðan

HB +12 22 stig

NSÍ +5 17 stig

Víkingur +5 14 stig

B68 0 14 stig

EB/Streymur +4 13 stig

B36 -2 11 stig

AB -3 11 stig

ÍF -6 8 stig

07 Vestur -8 6 stig

KÍ -7 4 stig

Víkingur og B36 hava spælt 8 dystir og hini liðini 9 dystir.

 

10. umfar

Mánadagin 1. juni

ÍF-Víkingur

B68-HB

AB-B36

KÍ-NSÍ

07 Vestur-EB/Streymur