FÓTBÓLTUR
Nú man fáur ivast í, at føroyameistaraheitið 2009 endar í høvuðsstaðnum, og at HB fyrst í oktober mánaði fyri tjúgundu ferð kann erpa sær av at eiga besta fótbóltslið í landinum. Sigurin í Runavík í gjár merkti – saman við hinum úrslitunum – at HB nú er heili 13 stig á odda. Og bara 18 stig eru eftir at spæla um.
Í grundini kann alt vera liðugt langt áðrenn seinasta umfar, tí skal HB avgera alt sjálvt, krevjast seks stig aftrat. Men sum tað hevur lagað seg, ikki minst hetta umfarið, eru tað fleiri av hinum liðunum, sum – um tey vilja tað ella ikki – kunnu rætta HB eina hjálpandi hond.
Ikki minst eru tey næstu í røðini ófør at taka stig frá hvørjumøðrum, og tá HB samstundis sópar sær stig upp í posan, er púra óhugsandi, at mest vinnandi felag í føroysku fótbóltssøguni fer at skelva ímóti endanum og gera »ein EB/Streym«.
Ímóti gongdini
Dysturin í Runavík var fínur í fyrra hálvleiki, tí tá vóru tvey lið um at spæla hann. Gamaní fór nógvar sendingar til spillis, men tað komst serliga av, at bæði lið royndu at spæla skjótari, enn tey maktaðu. Og báðum eydnaðist tó væl at hava samanhang í spælinum, og serliga stuttligt var fyrsta hálva tíman at síggja slagið um miðvøllin, ið hvørgin fekk kannað sær beinanvegin.
Smátt var við møguleikum, men longu í sjeynda minutti átti Jann Martin Mortensen at lagt NSÍ á odda, tá hann gjørdist púra einsamallur við HB-málverjanum, Marcin Dawid, ið tó megnaði at lesa støðuna og enntá halda bóltinum, tá skotið kom. Tað einasta, HB hevði at bjóða uppá, vóru nøkur langskot, ið øll komu frá Milan Kuljic, men uttan at hótta ordiliga.
Síðstu 15-20 minuttirnar undan steðginum megnaði NSÍ at fáa yvirvág á miðjuni og leggja eitt ávíst trýst á HB. Nógv peikaði á, at fór eitt mál at koma, so mundi heimaliðið fara at fáa tað, tí trýstið legði líkasum upp til, at okkurt kundi spyrjast burturúr.
Men tvørturímóti gjørdist tað HB, ið fekk lagt seg á odda góðar fimm minuttir fyri steðgin. Tað hendi við fjórða langskotinum frá Milan Kuljic, ið fekk gott pláss og góðar stundir, áðrenn hann smekkaði bóltin á stongina og inn úr 20 metrum.
Leyst og liðugt
Hóast málið onkursvegna var eitt sindur ímóti spælgongdini, so tóktist dysturin púra opin, tá liðini fór til hálvleiks. Men seinni hálvleikur slapp bara at liva í fýra minuttir, so var alt leyst og liðugt og dysturin í roynd og veru longu avgjørdur.
HB fekk eitt fríspark í høgru síðu, nakað uttan fyri NSÍ-brotsteigin, og Rasmus Nolsøe sendi innfyri. Bólturin slapp fram við øllum og stakk niður í vøllin beint framman fyri NSÍ-málverjanum, Meinhardt Joensen, ið ikki megnaði at halda honum. Øll verjan hjá heimaliðnum stóð og hugdi at, meðan Hans á Lag sjálvur annar fylgdi upp, og honum eydnaðist at fáa knæið á bóltin og koyra hann í málið til 2-0.
Eitt sindur snópisligt fyri NSÍ, men ríkiligt fyri HB, ið hereftir hevði fult tamarhald á øllum, sum hendi. Og HB megnaði enntá at skapa fleiri heilar og hálvar kjansir, ið bara kundu gjørt sigurin uppaftur størri. NSÍ hevði eina veruliga roynd á HB-málið allan seinna hálvleik, so har var einki at koma eftir.
Talan gjørdist tí um ein sera tryggan HB-sigur, og tað er nú, sum teir plaga at siga um skipini við fullari last, at tey sigla heim. Júst tað ger HB, meðan NSÍ framvegis er við í silvurkappingini, men er ið hvussu er ikki longur kandidatur til nakað meiri enn tað.