Annað umfar í kvinnudeildini hevur verið um vikuskiftið. Fríggjakvøldið endaði tað málleyst, tá ið Víkingur og KÍ hittust í Sarpugerði.
Í dag var grannauppgerð í Gundadali. Í fyrsta umfari tapti B36 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi, meðan HB vann 6-0 í Sørvági.
Eingin ivi var í dag um, at HB eigur stinnara liðið í Gundadali. Tølini siga, at HB hevði 15 royndir á B36 málið, og at B36 hevði tríggjar royndir á HB málið.
Men tað var ikki fyrr enn miðskeiðis í seinna hálvleiki, at tað eydnaðist HB av álvara at leggja seg á odda. Hálvleiksstøðan var 1-0 til HB, og tíggju minuttir eftir steðgin økti Emma Tórmóðardóttir Stórá um munin til 2-0. Hon hevði longu í fjórða minutti sett hol á.
Tveir minuttir eftir 2-0 málið kendist tað sum um, at B36 fekk um endan aftur, tá ið Rúna Rúnadóttir minkaði um munin. Men HB svaraði beinanvegin aftur, tá ið Ása Stórá Carlsen og Julia Naomi Mortensen eftir lítlari løtu øktu til 4-1.
So var spurningurin, hvussu stórur HB sigurin fór at verða. Nógv tað mesta gekk fyri seg í og kring B36 brosteigin, men Valborg Østerø í B36 málinum vardi væl.
Í gjár vóru tveir dystir. NSÍ vann 6-0 inni í Dal á Sandi ímóti AB/B71. Har var Unn Hvidbro trífaldur málskjútti. Undir Mýruhjalla á Skála hevði EBS/Skála vitjan av 07 Vestur, sum hevði hug at bíta frá sær. Heimaliðið vann 2-1.
Fríggjakvøldið
Víkingur – KÍ 0-0
Leygardagin
AB/B71 – NSÍ 0-6 (0-1)
0-1: Heidi Sevdal 6.
0-2: Unn Hvidbro 65.
0-3: Unn Hvidbro 67.
0-4: Heidi Sevdal 69.
0-5: Laila Pætursdóttir 70.
0-6: Unn Hvidbro 90.
EBS/Skála – 07 Vestur 2-1 (1-1)
1-0: Rakul V. Magnussen 11.
1-1: Margit Kwao 34.
2-1: Lea Lisberg 50.
Í dag
HB – B36 4-1 (1-0)
1-0: Emma Tórmóðardóttir Stórá 4.
2-0: Emma Tórmóðardóttir Stórá 55.
2-1: Lív Rúnadóttir 56.
3-1: Ása Stórá Carlsen 62.
4-1: Julia Naomi Mortensen 67.