Íslendski verjuleikarin hjá HB, Tórður ?Doddi? S. Hreiðarsson, verður ikki at síggja í reyða og svarta búnanum aftur. Føroyameistarnir frá í fjør hava loyst Dodda úr sáttmálanum, ið hann hevði við felagið. 24-ára gamli íslendingurin kom til felagið í fjør saman við íslendska venjarinum, Kristjan Guðmundsson.
Hann hevði í fjør fast pláss á liðnum og Doddi er ein av fimm, ið hava leikt allar minuttirnar í landskappiingini í ár fyri HB.
Jan Otto Holm, formaður í P/F Havnar Fótbóltur, ið rekur besta besta liðið hjá HB, váttar fyri Miðlahúsinum, at Doddi og HB eru komnir ásamt um at ógylda sáttmálan millum partarnir.
Sambært keldum hjá Miðlahúsinum, so eru ilt komið ímillum HB og Dodda. Jan Otto Holm vil ikki komin nærri inn á orsøkina enn at tað er av persónligum orsøkum, at Doddi ikki er HB leikari longur.
Hann sigur somuleiðis, at HB hevur nógvar møguleikar í hópinum at fylla holið eftir Dodda, so fyribils verður ikki talan um at fáa nakran nýggjan inn.










