Havnar Bóltfelag fær áleið 20 milliónir krónur komandi fimm árini fyri at selja navnarættindini á Ovara vølli í Gundadali. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Heimasíðan hevur spurt seg fyri hjá leiðsluni, sum tó einki vil siga. Kassameistarin í HB ásannar tó fyri heimasíðuni hjá HB, at hetta fer at lætta eitt sindur um raksturin í felagnum og týdningarmiklast av øllum, so verður nú møguligt at skifta allar tær brostnu perurnar í HB húsinum út.
HB spælir í dag, 1.apríl, móti ÍF í Fuglafirði.
Ótrúliga søgan kann lesast á heimsíðuni hjá HB við at trýsta HER.