HB savnar seg um heimligu kappingarnar

Toppliðið í landskappingini er á veg heim úr Norðurírlandi við teprum tapi

Støðutalvan sigur, at HB er stinnasta liðið í landskappingini.

Í kvøld var HB í Belfast og spældi í Europa liguni ímóti Glentoran. Úrslitið var, at heimaliðið vann 1-0. McDaid skoraði málið, tá ið tað restaðu tríggir minuttir av fyrra hálvleiki.

Hetta var áttanda ferðin, at eitt lið úr Norðurírlandi varpaði eitt føroyskt lið úr europeisku kappingunum.

Líkindini vóru vánalig, og tað er synd at siga, at vøllurin var góður at spæla á. Hetta var ikki vøllur, sum eigur at vera skikkaður at spæla altjóða fótbólt á.

Tølini siga, at HB var meiri í álopsstøðu, og at HB hevði fleiri vandamiklar støður, enn heimaliðið hevði.

HB hevði níggju hornaspørk, og Glentoran hevði fimm hornaspørk.

HB hevði seks royndir ímóti málinum – tvær á málið og fýra við síðuna av – og heimaliðið hevði tríggjar royndir – eina á málið og tvær við síðuna av málinum.

Hjá HB vórðu fýra royndir ímóti málinum blokeraðar, og hjá Glentoran vórðu tvær royndir blokeraðar.

Ella sagt við øðrum orðum so hevði Glentoran fimm royndir og skoraði eitt mál, meðan HB hevði tíggju royndir og skoraði einki mál.

Sereliga síðsta korterið spenti HB álopsbogan nógv. Tá vóru nógvar spentar støður frammanfyri málið hjá heimaliðnum, men tað eydnaðist ikki at skora málið, sum kundi havt við sær longda leiktíð.

Útskiftingarnar benda eisini á tað borðið, at HB legði nógv fyir í framrættaða partinum. Adrian Justinussen avloysti PæturJ. Petersen beinanvegin eftir steðgin. Tá ið tað restaði ein lítil hálvur tími avloysti René S. Joensen Jógvan Rói Davidsen, og eitt korter undan leikloki avloysti Mads Mikkelsen Dan í Soylu.

Adrian Justinussen hevði onkra vandamikla royndi við frísparki, men í kvøld var eydnan hvørki við honum ella HB.

Nú er HB ferðalagið á veg aftur til Føroya. Setningurin er nú at vinna FM og at endurvinna kappingina um løgmanssteypið.

 

Glentoran – HB 1-0 (1-0)

Í Belfast í Norðurírlandi

1-0: McDaid 42.

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen (René S. Joensen, 62.), Bartal Wardum, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen – Mathias Nygaard, Heðin Hansen, Dan í Soylu (Mads Mikkelsen, 75.) – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl, Pætur J. Petersen (Adrian Justinussen, 46.)

Á beinkinum: Silas Eyðsteinsson, Tróndur Jensen, Øssur Dalbúð, Samuel Johansen Chukwudi

Gult kort: Pætur J. Petersen, Heðin Hansen, Daniel Johansen, Bartal Waradum

Venjari: Jens Berthel Askou