HB í samráðingum við landsliðsspælara

Talan er um útiseta, sum er uppvaksin í felagnum

Sum skilst, so eru samráðingar millum HB og René Shaki Joensen, sum í løtuni spælir við Vendsyssel í Danmark. Tað ljóðar eisini, at hann hevur møguleika at skifta til næstbestu deildina í Norra.

 

HB er heldur langt frá at hava hópin upp á pláss, sjálvt um vit eru farin um ársskiftið. Felagið hevur meldað út, at málið er FM. Tí verður bíða við spenningin, eftir hvørja tilgongd felagið fær.

 

Nú ljóðar, at HB er í samráðingum við 23 ára gamla René Shaki Joensen. Landsliðsspælarin spælir til dagligt við Vendsyssel í næstbestu deildini í Danmark, men tað gongur eitt sindur strilti at vinna sær fast pláss á liðnum.

 

René Shaki Joensen er uppvaksin í HB og spældi í tíðarskeiðnum 2014 og 2015 við HB, áðrenn hann fór til Vendsyssel, eftir at hava verið í Brøndby IF. Enn er ikki greitt hvussu sannlíkt tað er, at landsliðsspælarin skiftir aftur til føroyskan fótbólt. Tað ljóðar eisini, at ein møguleiki er norskur fótbóltur, har Bodø/Glimt er nevnt. Teir eru fluttir niður í næstbestu deildina í Norra.