Tað sá heilt spennandi út hjá skálamonnum, tá ið teir 28. apríl fóru úr Gundadali við 2-0 sigri ímóti HB. Nú vendir alt øðrvísi, tí Skála hevur tapt allar seks ferðirnar í landskappingini síðani tá.
-Avrikini hava fleiri ferðir verið góð, men ímóti KÍ næstsíðsta fríggjakvøld sást, at spælararnir ikki vístu hugburðin og arbeiðið, sum teir annars hava lagt fyri dagin. Um vit skulu hugsa um úrtøku ímóti HB, so er alneyðugt, at vit vísa rætta hugburðin og avrika tað, sum vit gjørdu fyrr í ár, sigur Skála venjarin Eyðun Klakstein.
Síðani tapið ímóti Skála hevur HB vunnið fýra og tapt tveir dystir. Í Fuglafirði fyri viku síðani vann HB 5-1, og tað sást, at meistararnir av álvara eru við at finna stevið, sum í fjør bar so sannførandi FM heiti við sær.
Úrslitini í gjár – at TB vann ímóti KÍ, og at tað endaði javnt millum B36 og NSÍ – bera við sær, at tað av álvara fer at styttast fram til toppin, um tað seinnapartin eydnast HB at vinna á Skála.