Fótbóltur
Hóast ætlanirnar vóru um tað, so eydnaðist ikki Kappingarnevndini at avgreiða triða umfarið av Páll M. Joensen málinum undan ólavsøku.
Men nú verður tað ikki leingi at bíða. Formaðurin í Kappingarnevndini, Høgni í Stórustovu, sigur, at nevndin hevði fund um málið í gjár, og at arbeiðið við at skriva úrskurðin nú er farið ígongd.
Júst nær úrskurðurin verður almannakunngjørdur, er ikki greitt enn, men sum skilst, so verður hetta í fyrsta lagi í kvøld.
Í viðgerðini av málinum um Pall M. Joensen skuldi Kappingarnevndin í hesum førinum hava atlit til málini um spæliloyvini hjá Knút Vesturdal Vesturtún og Klæmint Matras hjá ávíkavist EB/Streymi og B36. Skrásetingarnar viðvíkjandi spæliloyvunum hjá hesum hava verið nakað ógreiðar, og í viðgerðini í Ítróttardómstólinum varð mett, at FSF hevði ikki lyft próvbyrðuna fyri, at hesir vóru at rokna sum lógligir. Kravt varð tí, at hesi bæði málini mest sum gjørdust partur av viðgerðini, soleiðis at líkareglan er galdandi, tá slík mál verða viðgjørd.