HB úrlætnir í Gundadali

Uppflytararnir úr B71 komu í dag á vitjan í Gundadali, har føroyameistararnir úr HB bíðaðu teimum. Úrslitið skuldi vísa seg at gerast tað mesta óvæntaða í ár, og teir gulu heimasandsmennirnir vunnu heili 3-0.

 

Magnus Olsen var í hopla, og skeyt øll trý málini. Tvey teirra fullu undan steðginum, meðan tað seinna fall eftir einum góðum tíma. Støðan kundi verið enn verri hjá HB, tí B71 hevði tveir stórar møguleikar at økja.

 

HB vísti seg at hava sera trupult við at bróta seg ígjøgnum tað stinna B71-liðið, tó so, at teir høvdu størra partin av spælinum.

 

B71 vann sær hervið trý tey fyrstu stigini í ár, meðan HB verður verandi á trimum stigum.