HB rennur undan restini

Sigurin á NSÍ og stigamissurin hjá Víkingi sendi HB so púrasta einsamalt avstað í fótbóltsoddinum. Og í botninum hevur ÍF nú tikið kvørkratak á 07 Vestur og KÍ

Fótbóltur

 

Við 12 umførum farin aftur um bak, tosar stigatalvan fyri fyrstu útgávuna av Vodafone-deildini sítt týðuliga mál.

Av teimum 36 stigunum, sum spælt er um hjá hvørjum liði, hevur HB vunnið tey 29, og sigursvanda havnarfelagið er í løtuni ein alsamt vaksandi favorittur til FM-heitið í føroyskum mansfótbólti.

Hesa ferð gjørdist talan um tryggan sigur móti NSÍ, sum ongan tíð veruliga tóktist til reiðar at taka dystin móti oddaliðnum upp.

Næsta uppgávan hjá HB er í Sarpugerði móti Víkingi, og tað líkist í løtuni seinasta møguleikanum hjá sambiðlunum til gullið at gera nakað sum helst við HB. Í øllum førum er støðan tann, at fær HB nakað við sær úr Gøtu, so skulu teir snáva meira enn tí einu ferðina, áðrenn nakað av hinum liðunum kann vinna sær veruligt samband aftur. Og hóast tað enn eru 15 dystir eftir at spæla, so er tað væl ein støða, sum teir í HB so væl og virðiliga kunnu liva við.

 

B68 hoppar

Meðan NSÍ fall og Víkingur snávaði, prógvaði B68 enn einaferð, at teir í løtuni eru eitt fult so gott boð til avbjóðara hjá HB sum nakað annað lið.

Sigurin á greipuvinnarunum staðfesti so ruddiliga, at EB/Streymur ikki longur skal takast sum ein seriøsur kandidatur til oddastríðið, men samstundis undirstrikaði tað enn einaferð, hvussu væl B68 er fyri í løtuni. Og verður hugsað um, at liðið hevur tveir heimadystir á rað (móti ÍF og NSÍ) undan summarsteðginum, kann liðið so væl og virðiliga standa sum fremsti avbjóðarin til gullið, tá fari verður í stutta summarsteðgin. Ein summarsteðgur, har B68 kanska eisini hevur tann fyrimun, at teimum als ikki nýtist at brúka kreftir til at hugsa um stórar og krevjandi europiskar uppgávur.

 

Kvørkratak

Hóast tað hjá 07 Vestur var eitt heilt hampuliga gott úrslit, tá teir fingu eitt stig burtur úr heimadystinum móti Víkingi, so bar sigurin hjá ÍF við sær, at kvørkratakið á niðaru liðini gjørdist enn fastari.

Eftir at B36 og ÍF bæði høvdu víst onkrastaðni millum lítið og einki seinasta sunnudag, gjørdu fuglfirðingar bart móti einum AB-liði, sum tykist vera steðgað eitt sindur upp, meðan B36 – hóast teir enn leita eftir sigrum – vísti munandi betri taktir í Klaksvík, enn teir hava gjørt tey nógvu seinastu umførini.

Tí eru útlit fyri, at tey bæði liðini fara at skava sær fleiri stig saman komandi dystirnar, og tað økir aftur um trýstið móti 07 Vesturi og KÍ.

Í so máta verður talan næstan um lagnuumfar, tá 13. umfarið er á skránni um vikuskiftið. Tá skal 07 Vestur til Havnar at spæla móti B36, meðan KÍ fer á vitjan hjá AB. Heimasigrar í hesum báðum dystunum kunnu bera við sær, at spenningurin í botninum er mest sum fokin, áðrenn vit eru komin í helvt við ársins útgávu av Vodafone-deildina.