HB reisti seg við stíli

Hóast uppleggið boðaði frá sera spennandi dysti, var ongantíð ivi um betra liðið. HB sat so at siga á øllum dystinum.

 

Fyrsta mál fall longu í sjeynda minutti, tá ið Rókur av Fløtum Jespersen umsetti eitt flatt innlegg til mál. Leiðslan helt sær ikki serliga leingi, tí fimm minuttir seinni hevði Kaj Ennigarð javnað til 1-1, eftir at hann sendi eitt fríspark beinleiðis í netið. Eftir hetta setti HB veruligt trýst á KÍ, sum bert megnaði at halda tætt í 10 minuttir. Christian Høgni Jacobsen fekk eina frálíka fríspæling, sum hann lyfti upp um ein sakleysan Meinhardt Joensen í KÍ-málinum. Ein minutt áðrenn hálvleikin fekk HB brotsspark, sum Jákup á Borg setti trygt í nettakið til hálvleiksstøðuna, 3-1.

 

HB sat eisini fullkomiliga á dystinum í seinna hálvleiki. Verjan hjá klaksvíkingum hevði als ikki sín besta dag, og HB spældi seg upp til fleiri málmøguleikar. Inn fingu teir tó ikki bóltin, og tískil endaði klassikarin í Gundadali við 3-1 sigri til heimaliðið.

 

HB fekk harvið sín næsta sigur í ár, og hevur bart seg upp á eitt sætta pláss við 7 stigum. Sama stigartal hevur KÍ, sum tó hevur betri málúrtøku enn HB, og liggur nummar 4.

 

HB - KÍ 3-1 (3-1)

1-0, Rókur av Fløtum Jespersen

1-1, Kaj Ennigarð

2-1, Christian Høgni Jacobsen

3-1, Jákup á Borg (br.)