Eftir nakrar slakar dystir, reistu HB-kvinnurnar seg um vikuskiftið. Tær fingu sunnudagin vitjan av B68, og vunnu uppiborið 3-1, eftir hálvleiksstøðuna 1-0.
Hjá HB mátti sigurin koma væl við, tí eftir stórtapið í steypafinaluni, og heldur óvæntaða ósigurin ímóti GÍ í Gundadali, hevur verið brúk fyri at vend skuldi koma í, um nakað heiðursmerkið skal koma burturúr í ár.
Undan dystinum ímóti HB, høvdu toftakvinnur staðið seg rættiliga væl, og høvdu vunnið fleiri dystir upp í slag, og liðið hevur verið mett at verið eitt av evnunum til eitt heiðursmerki í bestu kvinnudeildini.
HB yvirvág
HB hevði leikliga yvirvág meginpartin av dystinum, og tað vóru eisini havnarkvinnur, sum høvdu flestu málmøguleikarnar.
Fyrsta málið í dystinum fall miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tað fekk heimaliðið. HB-kvinnurnar fanga bóltin á miðjum vølli, og Eyðfríð Kristiansen strýkur avstað, og komin ímóti B68-málverjanum, lyftir hon bóltin hegnisliga uppum málverjan, og so stóð 1-0 til HB.
Ikki fleiri mál komu í fyrra hálvleiki, hóast málmøgleikar vóru til tess.
Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so hevði heimaliðið økt um leiðsluna. Kristina Simonsen og Malan á Dunga spældu sína millum, og tað endaði við, at Kristina fekk bóltin framvið B68-málverjanum.
HB helt áfram at hava leikliga yvirvág í øðrum hálvleiki, og B68 hevði sera torført við at fáa sítt spæl at koyra. Úr Havn verður sagt, at serliga útisetarnir hjá HB, Eyðvør úr Dímun, Liljan Petersen, Annika Godtfred og Silja á Borg høvdu ein góðan dag, og at gestirnir aldrin rættiliga fótaðu sær.
Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, var aftur galið hjá toftakvinnum. Eftir hornaspark frá Maluni á Dunga, er Eyðvør úr Dímun fyrst á bóltinum, og leggur HB á odda 3-0.
Dysturin var tá í royndu veru avgjørdur. 3-0 leiðslan av fult uppiborin, tí havnarkvinnur vóru nógv ágrýtnari henda dagin.
B68 fekk eitt troyst-mál stutt fyri leiklok. Anna Maria Kruse var fyrst á bóltinum, eftir hornaspark, og kundi minka um munin fyri toftakvinnur. Tættari kom B68 ikki, og endaliga støðan gjørdist 3-1 til heimaliðið, og sigurin var fult uppiborin.
HB á triðja plássi
Eftir sigurin í vikuskiftinum eru HB-kvinnur at finna á einum triðja plássi við fýra stigum, ájavnt við bæði B68 og GÍ. Havnarkvinnur hava verið sera óstøðugar í ár, so ilt er at spáa um, hvussu fer gangast teimum komandi vikurnar. Hvussu verður og ikki, so fara útisetarnir av landinum aftur seinast í mánaðinum, og um tað tá verður soltnari við stigum, fer bara tíðin at vísa.
Fyri B68 var ósigurinn tann fyrsti í longri tíð, og spennandi verður um tær reisa seg í kvøld, tá tær fáa vitja av GÍ á Svangaskarði.
Dysturin i tølum:
HB-B68 3-1 (1-0)
1-0 Eyðfríð Kristiansen
2-0 Kristina Simonsen
3-0 Eyðvør úr Dímun
3-1 Anna Maria Kruse