HB rakk málinum

VB/Sumba royndi at sjokkstarta, men tá trýstið hevði lagt seg, sat HB á seinasta tímanum av dystinum, sum teir kundu vunnið ruddiliga

Við kreppustøðuni, sum HB hevur verið í, var ikki løgið, at VB/Sumba royndi at leggja bragdliga fyri á Eiðinum í gjár.

Heimaliðið skuldi eisini vinna 3-1 leiðsluna hjá HB aftur, og teir byrjaðu eisini sum óløgi. Talan gjørdist kanska ikki um teir heilt stóru møguleikarnar, men longu eftir tveimum minuttum vildu vertirnir hava brotsspark, tá beinini vórðu tikin undan spælara í brotsteiginum. Floytan hjá dómaranum tagdi tó, og tí fekk VB/Sumba ikki ta ynskisbyrjan, sum teir høvdu vónað.


Skuldu avgjørt

Og spakuliga fjarðaði trýstið. HB-verjan stóð stinn hóast ágangin, og tá fyrra umfarið var hálvrunnið gekk aftur meira javnt fyri seg.

Ella kanska var tað HB, sum tók meira yvir. Í øllum førum megnaðu teir betri at spæla seg til møguleikar, og hesir gjørdust avgjørt ikki færri, sum dysturin leið.

Seinna hálvleik sótu gestirnir á tí allarmesta, og teir bæði áttu og skuldu skorað upp á onkrar av stóru møguleikunum, sum vórðu skaptir. Men høvrki Andrew av Fløtum, Christian Høgni Jacobsen, Milan Kuljic ella Ólavur S. í Ólavsstovu vóru nóg neyvir, tá teir fingu meira ella minni 100% møguleikar.

Ólavur gjørdi tó sjálvur skaðan góðan, tá hann stutt fyri leiklok avgjørdi dystin. Eitt mál, sum sendi HB í enn eina steypafinalu.