HB profilur til AB

Púra óvæntað hevur AB tryggjað sær ein av drúgvastu spælarunum hjá HB tvey tey seinastu árini

Kristin R. Mouritsen spælir við AB komandi kappingarár. Tað boðar FC Argir og Thomas Juul S. Thomsen frá í dag. Kristin hevur annars verið millum drúgvastu spælararnar hjá HB farnu árini.

 

- Kristin R. Mouritsen er heintaður til felagið sum ein profilur, sum skal styrkja liðið. Hetta er eitt tekin um, at vit á Argjum ynskja at lyfta felagið upp á eitt hægri stig, sigur Thomas Juul S. Thomsen úr FC Argjum, ið rekur besta liðið hjá AB.

 

Kristin boðaði í fjør frá, at hann ikki heldur fram í HB. Hann er undir útbúgving, ið merkir, at kappingarárið kann blíva órógvað nakað. Tað er serliga byrjanin og endin av kappingarárinum, sum kann blíva órógvað.

 

Kristin er 23 ára gamal og er framrættaður miðvallari. AB hevur eisini tryggjað sær Rógva Poulsen til komandi kappingarár.