HB-profilur fer heim

Tað kemur neyvan óvart á tey, sum fylgja væl við Effo-deildini, at Jóhan Troest Davidsen í kvøld hevur skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið NSÍ.

 

Hann hevur seinastu seks árini leikt fyri HB, men longu seinasta vetur vildu fólk vera við, at hann var á veg at skifta til NSÍ. Tá avtornaði valdi hann at halda fram við HB eitt ár afturat, men nú hava runavíkingar so vunnið togtoganina um landsliðverjuleikaran.

- Jóhan er ein sera royndur leikari, og kemur hann at styrkja um NSÍ liðið munandi. Leingi hava fólk ynskt at fáa Jóhan aftur í tað gulu blusina, og nú er tað so ein veruleiki. Jóhan hevur valt at venda heim til NSí, og gleða vit okkum at síggja hann aftur á vøllinum við Løkin, skrivar NSÍ á heimasíðu síni.

 

Tað eru longu 13 ár síðani, at verjuleikarin spældi sín fyrsta dyst í Effo-deildini, tá NSÍ spældi á heimavølli móti VB á flaggdegi 2004.

 

Síðani hevur hann spælt 253 Effo-dystir, 27 dystir um Løgmanssteypið, seks Champions League dystir, 9 Europa League dystir, tveir UEFA Cup dystir og 35 A-landsliðsdystir sambært faroesoccer.fo. Í yrkisleið síni hevur hann umboðað barndómsfelagið NSÍ, grannarnar Skála og sigursvanda høvuðsstaðarfelagið HB. Hann gjørdist eisini Føroyameistari við HB í 2013.