Upptakt
Heilt síðani ÍF í 1971 fyrstu ferð royndi seg í bestu deildini, hevur tað verið soleiðis, at HB hevur havt gott tak á í Fuglafirði. Har hevur HB vunnið onkrar av størstu sigrunum yvirhøvur í landskappingini.
ÍF venjarin, Sigfríður Clementsen, er gamal HB spælari. Hann sigur seg minnast aftur á teprar HB sigrar í síni tíð, og tað hevur hann eisini rætt í. Einasta ferðin, at ÍF hevur bast HB á heimavølli, síðani besta deildin í 1988 varð víðkað til tíggju lið, var í 1996, tá ið úrslitið var 2-0. Størsta tapið hesi árini var í 1998, tá ið HB vann 10-1!!. Tá ið ÍF í 1999 flutti niður, taptu teir bara 1-0 ímóti HB.
- Tað er einki at taka seg aftur í, at HB er favorittur. Vit síggja soleiðis uppá tað, at vit hava alt at vinna ímóti einum so stórum og sigursvandum felag. Vit spæla fyri at fáa bonusstig. Vit verða nøgdir, um vit fáa eitt stig, men vit fara at spæla fyri at fáa øll. Tað liggur ikki til okkum at grava okkum niður og bara verja, sigur havnarmaðurin og fyrrverandi HB og B36 spælarin, sum tykist hava fingið skil á ÍF liðið.
Bartal Eliasen og Kartin Joensen vandu ikki fyrrapartin av vikuni, tí teir vóru smáskaddir. Hetta verður kortini eingin trupulleiki í dag. Allir ÍF spælararnir, sum vóru við á Skála, eru tøkir aftur hesa ferð. Sigfríður vónar, at tað ikki verða so nógv persónlig mistøk at síggja, sum tað vóru á Skála:
- Tað er, sum eg havi sagt fyrr í ár. Vit hava ikki ráð at gera persónlig mistøk. Tey verða sektað umgangandi. Vit gjørdu mistøk í Gøtu og á Skála, og vit taptu. Ímóti NSÍ í landskappingini og ímóti KÍ í steypakappingini á heimavølli gekk tað betri við hesum, og so vunnu vit. Spælararnir vita, at sovorðið gongur ikki ímóti HB.
HB fekk sunnudagin fyrstu ferð fulla úrtøku. Annað ber ikki til hjá HB enn at spæla fyri at fáa øll stigini í Fuglafirði.
- Tað gera vit hvørja ferð, og nú ber tað als ikki til at royna eftir øðrum enn sigrinum, siga teir í HB. Sunnudagin varð miðvallarin Martin Christensen rikin av vøllinum. Hann verður tískil leikbannaður í Fuglafirði.