HB ongar trupulleikar

Fótbóltur, 2. deild: Nú skulu skálamenn av álvara taka seg saman, um teir ætla sær at leingja livitíðina í næstbestu deildini

2. deild HB-Skála 3-1 (1-0)


Skálamenn tóktust ikki at hava ætlanir um at leypa á við stórum kanónum, tá teir leygardagin vóru í Gundadali og spældu móti HB. Í 1. hálvleiki lógu teir fyri tað mesta aftarlaga á vøllinum, har teir vóru tættir, og harvið var tað torført hjá heimaliðnum, sum hevði tríggjar menn í álopinum, at spæla seg til teir stóru møguleikarnar.

HB setti hol á, tá fyrra umfarið var hálvrunnið, og tað vóru fleiri av spælarunum uppií, sum ? um tað verður borið rætt at ? fara at vera millum teir, sum fara at manna besta liðið hjá HB tey komandi árini.

Álopið hjá skálamonnum varð steðgað mitt á vøllinum, og so spældi HB skjótt við fyrstu ferð sendingum, og eftir at Pætur Dahl úr vinstru hevði stungið inn um verjuna til ein púra leysan Eyðun Højgaard, so var lítið annað at gera hjá hesum enn at seta innaru síðuna á.

Seinna umfarið flutti Skála sítt fólk longri fram á vøllin, men tað var rár hending, at teir komu í støður, sum hóttu málið hjá Kristini Jensen.

Mitt í 2. hálvleiki økti heimaliðið. Eyðstein Simonsen, sum var triðji álopsmaðurin hjá HB, stútaði í kassan, eftir at Kristian Andersen hevði lagt innfyri úr høgru.

Tíggju minuttir undan leikloki minkaði Bogi Gregersen um munin, tá hann eftir snarálop var fyrstur á returinum eftir skotroynd frá Kaysteni Rasmussen. Og næstu løtuna kom spenningur í, og tað var ikki frítt, at skálamenn lúrdu eftir møguleikanum at javna. Teir fluttu fólkið langt fram á vøllin, og tað hevði sjálvandi við sær, at verjuparturin gjørdist tunnur hjá teimum.

Fýra minuttir undan leikloki varð heimasigurin staðfestur, og enn eina ferð varð málið stútað. HB fekk hornaspark í vinstru, og Eyðun Højgaard var hægstur, tá bólturin kom í brotsteigin.

Skála er framvegis í niðurflytingarvanda, men møguleikarnir hjá teimum áttu at verði at fingið stig á heimavølli móti hvalbingum, og tá tað kanska fer at verða spælt um at sleppa undan niðurflyting, tá teir annan leygardag í síðsta umfarinum fara norður á Mølini á Eiði.